#StayHappening
Fri Oct 30 2026 at 06:00 pm to 11:00 pm UTC+01:00

TEMAKVØLD HJÁ KVINNUFELAGNUM: FOSTURTØKA – HVAT NÚ?

  • Føroyahúsið · Copenhagen
Share
TEMAKV\u00d8LD HJ\u00c1 KVINNUFELAGNUM: FOSTURT\u00d8KA \u2013 HVAT N\u00da?
Advertisement
1. juli 2026 fingu vit eina nýggja fosturtøkulóg í Føroyum.
Ein søguligur dagur – og eitt nýtt kapittul í søguni um rættin hjá kvinnum at velja sjálvar.
Men hvat merkir nýggja lógin í veruleikanum?
Og hvat kunnu vit læra av teimum kvinnum, sum hava staðið mitt í hesum veruleika?
30. oktobur bjóðar Kvinnufelagið til eitt hugvekjandi kvøld, har vit fáa vitjan av Turið Hermansdóttur, antropolog og Ph.d.
Turið hevur granskað fosturtøku og reproduktivar royndir hjá føroyskum kvinnum. Í síni ph.d.-gransking hevur hon m.a. kannað, hvussu føroyskar kvinnur uppliva og navigera í støðum, har fosturtøka kemur upp á tal – og hvussu tøgn, tabu, familja, samfelagið og møtið við heilsuskipanina kunnu ávirka tær.
Hvat sigur granskingin okkum?
Turið fer at taka okkum við inn í søgur og royndir hjá ymiskum ættarliðum og tosa um nøring, kynslív, ungdóm, familjulív, fosturtøku og tøgn.
Granskingin byggir m.a. á samrøður við 20 føroyskar kvinnur og etnografiskt feltarbeiði.
Vit fara m.a. at hoyra nakrar søgur frá hennara granskning sum lýsa:
• Hvussu kvinnur finna veg í fosturtøkuskipanini
• Tøgn og tabu kring fosturtøku
• Tvístøður og persónligar avgerðir
• Møtið við heilsuskipanina og samfelagið
• Og hvussu hugburður og veruleiki ikki altíð fylgjast
Turið hevur eisini verið við til at ritstjórna bókina Abort – grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv, har hon hevur skrivað greinina „Umvegis til abort – upplivingar og vónir fyri framman“.
Vit hava fingið nøkur eintøk til salg.
Kom við til eitt kvøld, har vit lurta, læra, hugsa og tosa saman um eitt evni, sum hevur fylt nógv í føroyska samfelagnum – og sum nú er farið inn í eitt nýtt kapittul.
EIN NÝGGJ LÓG.
EIN NÝGGJUR VERULEIKI.
MEN HVAT NÚ?
Skrá fyri kvøldið:
17.30 Dyrnar opna
18.15 Vælkomst við forkvinnuni
18.30 Lekkur døgurið, kaffi og dessert omaná
19.30 Fyrilestur við Turið Hermannsen
Aftaná spurningar og kjak og sum altíð góður felagsskapur
Vit gleða okkum at síggja tykkum! 🥂✨
KOSTNAÐUR
Limir: 275 kr.
Onnur: 375 kr.
Tekna teg: [email protected] seinast 15/10-2026
Flyt upphæddina á:
Danske Bank
Reg.nr.: 4190
Kontonr.: 1069608
MobilePay: 956941
PS: Minnst til at skriva navn á flytingina

Vinarliga
Nevndin í Kvinnufelagnum
Advertisement

Event venue

Føroyahúsið, Vesterbrogade 17A, 1620 København V, Danmark, Copenhagen , Denmark

Tickets
Concerts, fests, parties, meetups — all the happenings, one place.

Discover more events by tag

Ask AI if this event suits you

Keep the plans coming

More events in Copenhagen

Ude For Referat

Thu, 29 Oct at 09:00 pm Kompagnistræde 34, 1208 Copenhagen, Denmark

Copenhagen is happening.

See everything else that’s on — concerts, markets, comedy and more.