Advertisement
🎄VIT SYNGJA JÓLINI INN – 1. DESEMBUR Í FØROYAHÚSINUM🎶Jólini nærkast í hvørjum, og vit gleða okkum til aftur í ár at savnast í Føroyahúsinum og syngja jólini inn saman!✨
Týskvøldið 1. desembur kl. 19:30 bjóða Eliaskirkjan og Kristnastova øllum til eina hugnaliga jólaløtu við sangi, tónleiki og góðum felagsskapi.
Á skránni verður:
🎶 Felagssangur – Húsorkestrið leiðir okkum í kendum jólasangum og sálmum.
🎤 Tórður Dam Jacobsen framførir nakrar sangir.
🎼 Kórið Rók syngur fyri okkum.
🌟 Jólaevangeliið og vitnisburðir – Vit hoyra um Jesu føðing og tveir persónligar vitnisburðir um, hvat jólaboðskapurin hevur at siga í dag.
☕ Drekkamuður – Vit bjóða holukøkur og okkurt gott afturvið, og sjálvandi verður eisini tíð til hugnaligt prát!
Øll eru hjartaliga vælkomin!❤️
Hetta er eitt kvøld fyri øll, óansæð um tú plagar at ganga í kirkju/samkomu ella bara hevur hug at njóta eina hugnaliga desemberaftan við jólasangi, holukøkum og góðum felagsskapi.
So bjóða endiliga einum vini, starvsfelaga, granna ella familjulimi við!🎁
Vit gleða okkum til at síggja tykkum!🎄✨
Advertisement
Event venue
Føroyahúsið, Vesterbrogade 17A, 1620 København V, Danmark, Copenhagen , Denmark
Tickets