Advertisement
(English 👇👇)Vit eru Norðurlond – Sjónleikur 🎭
Menniskjahandil tvørtur um heimspartar. Familjur syndraðar í navni siðmenningarinnar. Kúgan av máli og mentan. Rasulívfrøðilig gransking.
Koloniala søgan í Norðurlondum hevur sett síni djúpu og pínufullu spor.
Vit eru Norðurlond - eitt dekoloniserandi ritual er ein sansalig leiklistauppliving, sum hyggur at okkara felags søgu í møtinum millum tað persónliga, tað søguliga, tað faktuella og tað kensluborna. Sýningin fer fram í einari installatión eftir sámiska myndlistafólkið Stina Aletta Aikio. Eitt livandi, seniskt landslag, har jørð, plantur og glas eru við til at skapa eitt rúm, sum leggur upp til dialog – umframt tað talaða orðið.
Framførarar og áskoðarar flyta, forma, upploysa og endurskapa jørðina, meðan orð, kroppur og landslag bræða saman í eina stigvísa umskapan, har nýggj sambond taka seg upp.
Vit eru Norðurlond - eitt dekoloniserandi ritual er eitt ferðandi listaverk, sum vitjar runt í Norðurlondum. Hvørja ferð verður sýningin gjørd av nýggjum í samstarvi við lokal gestalistafólk.
Í Norðurlandahúsinum:
Camara Joof (NO/GM) leikskald, rithøvund og framførara
Tróndur Bogason (FO) tónaskald
Stina Aletta Aikio (Sápmi/FI) visuelt listafólk
Elisabeth Heilmann Blind (GL) koreograf og dansara
Ingrid Tranum Velásquez (DK) koreograf, dansara og listaleiðara
Gunnvá Zachariasen (FO) gestalistafólk úr Føroyum
Mikkel Magnus Olsen (DK), ljóssnið
Verkið varð framleitt í 2022/2023 við stuðli frá Statens Kunstfond, Norsk Kulturråd, Nordisk Kulturfond, NAPA, Augustinusfonden, Dansk Komponistforening o.ø.
Verkið hevði frumframførslu á Nunatta Isiginnaartitsisarfia (Tjóðpalli Grønlands) í Nuuk í mai 2023, og hevur síðan tá verið framført í Noregi, Sápmi/Svøríki, Finnlandi og Danmark.
Norsk Kulturråd, Fonden for Lyd og Billede, Fritt Ord, Statens Kunstfond og Nordisk Kulturkontakt Mobility Funding Programme stuðla sýningunum í Norðurlandahúsinum.
EN 👇👇
We Are the Nordics – Theater Performance 🎭
Human trafficking across continents. Families torn apart in the name of civilisation. The suppression of languages and cultures. Race-biological research.
The Nordic region’s colonial history has left deep and painful scars.
We Are the Nordics - A Decolonizing Ritual is a sensory performance that explores our shared history through the meeting of the personal, the historical, the factual and the emotional. The performance takes place within an installation created by Sámi visual artist Stina Aletta Aikio. A living stage landscape where soil, plants and glass help create a space that invites dialogue – beyond the spoken word.
Performers and audience members move, shape, dissolve and recreate the soil, while words, bodies and landscape merge in a gradual transformation where new connections emerge.
We Are the Nordics - A Decolonizing Ritual is an artwork that tours the Nordic region. Each time, the performance is recreated in collaboration with a local guest artist.
The work is presented at Norðurlandahúsið in collaboration with:
Playwright, author and performer Camara Joof (NO/GM)
Composer Tróndur Bogason (FO)
Visual artist Stina Aletta Aikio (Sápmi/FI)
Choreographer and dancer Elisabeth Heilmann Blind (GL)
Choreographer, dancer and artistic director Ingrid Tranum Velásquez (DK)
Faroese guest artist Gunnvá Zachariasen (FO)
Lighting design by Mikkel Magnus Olsen (DK)
The work was produced in 2022/23 with support from the Danish Arts Foundation, Arts Council Norway, Nordic Culture Fund, NAPA, the Augustinus Foundation, the Danish Composers’ Society, and others.
It premiered at Nunatta Isiginnaartitsisarfia (The National Theatre of Greenland) in Nuuk in May 2023 and has since been performed in Norway, Sápmi/Sweden, Finland and Denmark.
The performance at Norðurlandahúsið is supported by Arts Council Norway, the Fund for Sound and Image, Fritt Ord, the Danish Arts Foundation and the Nordic Culture Contact Mobility Funding Programme.
Advertisement
Event venue
Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Norðari Ringvegur 13, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Discover more events by tag
Theatre in TórshavnPerforming-arts in TórshavnArt in TórshavnFine-arts in TórshavnHistory in Tórshavn