Advertisement
28. oktober bjóða vit aftur til open mic. Eitt kvøld, har nýggj og roynd listafólk sleppa framat, og har alt kann henda. Tónleikur, yrkingar, stand-up ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum krevst, er dirvi at stíga fram. Og tað er onki krav, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.Vertir fyri kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.
Krasj er ein spildur nýggjur PUNK bólkur, sum Krasjar inn á føroyska PUNK pallin við heilt heimagjørdum og PUNKutum PUNK løgum.
Hesir PUNKutu fýrarnir eru klárir at vísa seg á pallinum og byggja spenningin við eitt sindur av íblásturi úr PUNK verðini. Geri tykkum klár til eina PUNK uppliving sum koyrir full drøn… PUNKtum.
Manningin:
Rókur Dagbjartsson Kjærbek - leiðandi vokal
Prithvi Das - leiðandi gittar
Tummas Árni Dam Christophersen - bass
Baldur Kjartan Vilhjálmsson Reynagarð - trummur
Praktiskt:
Innskriving: kl. 19.30
Krasj á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Atgongd: Ókeypis
Stuðlað hevur Mentamálaráðið.
Advertisement
Event venue
Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets