Advertisement
Ragnar Finsson, føddur og uppvaksin í Føroyum, er ein tónleikari, hvørs røtur innan fólkatónleik hava ment seg til eina fangandi samanrenning av siðbundnum og nýskapandi tónleiki. Sum 28 ára gamal hevur hann longu sett dám á tónleikapallin við stórum denti á kreativitet og eksperimenti. Kendur sum ein "heildarpakki" innan tónleik, meistrar hann gittar, sang og sangskriving.
Ragnar hevur ferðast kring Evropa við bólkinum Raske Drenge, har teir vunnu Flanders Folk Music Award fyri "Besta Live Bólk." Sum HORRSE gav hann út eina EP í 2021, sum bæði vísti hansara vaksandi listarliga evni og gav EP'in honum eisini ein Faroese Music Award fyri "Ársins Nýggja Navn".
Nú framførir hann undir egnum navni og er hann klárur at sameina sínar fjølbroyttu royndir í eitt serstakt og skapandi tónleikaligt úttrykk.
Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl. 21.00.
Bílegg atgongumerki her fyri at tryggja tær pláss: https://shop.verk.fo/GistOgVist/Oy/Event/EventView.aspx?ShopEventID=91&shopGroupID=6004
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Falkavegur 4, 100, Falkavegur 4, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands
Tickets