Advertisement
HAM vitjar 200 í mars.Legandariski íslendski kultbólkurin HAM kemur at vitja vinmenninar í 200 í mars.
Hetta vinalagið hevur verið heilt síðani bólkarnir spældu saman á Norðurbryggjuni fyrst í 00’unum, og samband hevur verið líka síðani.
Seinast spældu bólkarnir saman í Reykjavík í 2023, og á 200-plátuni Reytt Pass frá 2016 var Óttar Proppe frá HAM eisini gestasangari á lagnum “Kristin Dómur”.
Bólkarnir hava eisini gjørt samrøðu í beinleiðis sjónvarpstíðindasending í RUV, har Niels á góðum íslendskum greiddi frá, hvussu tidndingarmikið bjartskygni millum brøðratjóðirnar er.
Nú er tíðin komin til at HAM vitjar 200 í Føroyum. Fyrst í Listastovuni, og síðani í OY.
Eftir at 200 góvu út plátuna ‘Reyvheart’, ta sjeyndu í røðini, eru fyrireikingar so smátt í gongd til áttandu plátuna ‘EL OCHO’. HAM hava givið út 8 plátur. Ta fyrstu í 1989, og ta seinastu í 2020, ‘Chromo Sapiens’.
Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00.
Konsertin kostar 200 kr og byrjar kl 21:00.
Bílegg atgongumerki her fyri at tryggja tær pláss.
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Falkavegur 4, 100, Falkavegur 4, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands
Tickets