Advertisement
SEINFERÐ - EIN KONSERT HAR TÚ FÆRT PLÁSS AT ANDATað verður eitt kvøld fyri nærveru og inniligheit, tá Lea tekur løgini frá útgávuni Seinferð við sær á pallin í Auluni í Finsen. Seinferð merkir slow motion, og júst hetta er kjarnin í konsertini – ein mótstøða ímóti skjótleikanum, ið trokar seg inn í lívið. Ein innari uppreistur ímóti krøvunum um at renna líka skjótt sum hini, hóast tað ikki kennist rætt.
Løgini eru skrivað saman við Teiti í kavaveðrið í Hoydølum – í friðinum, har orð og tónar fingu loyvi at vaksa í sínum egna tempo. Tað er tónleikur, sum gevur pláss til at merkja, til at minnast og til at anda.
Á konsertini fær tónleikurin rúm, orðini finna sítt egna pláss, og tíð er ikki nakað, tú skal kappast við, men nakað tú kanst liva í.
EIN HEIMKOMA Í LJÓÐI
Tónleikurin í Seinferð er eisini ein heimkoma. Fødd í Føroyum, men uppvaksin í Keypmannahavn, gjørdist sangskrivingin ein máti at leita aftur til røturnar
- Tá ið omma mín doyði, slitnaði eitt av sterkastu bondunum, ið bant meg til Føroyar, og at missa hana kendist sum at missa eitt heim. Ein máti at finna mítt egna heim aftur í Føroyum var at skriva sangir á hennara máli. Málið, sum eg segði "eg elski teg" á fyri fyrstu ferð, greiðir Lea frá
AULAN Í FINSEN - EIN TÓNLISTARLIGT ANDARÚM
Við sínum serstaka akustikki verður Aulan í Finsen ein upplagdur karmur til eina konsert, ið skal kennast sum at sita inni í einum akustiskum gittara. Ljósini myrkna, ljóðið fatar um teg, og brádliga hevur tíð ikki longur nakað vald.
Hetta verður eitt kvøld, har tú sleppur at vera við. At lurta, at merkja, at anda. Hetta er ikki eitt stað, tú skalt renna – tað er eitt stað, tú skalt vera.
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands