Advertisement
Kom til eina serstaka útgávukonsert við jazzygold í Blómuhúsinum!Tann 29. Mars 2025 verður Blómuhúsið karmur um eina serstaka konsert við jazzygold, ið nú endiliga fer at spæla heima í Føroyum eftir at hava ferðast runt í Evropa við sínum tónleiki. Hetta kvøldið fer hon at hátíðarhalda útgávuna av síni debut-EP, it’s been a while, sum verður útgivin tann 14. februar.
EP’in it’s been a while er ein søga um tilveru, kenslur og samleika. Hon inniheldur seks sterkar sangir, ið varpa ljós á ferðina hjá jazzygold gjøgnum lívið – frá røtrunum í Føroyum og Kenya og til hennara nógvu upplivingar í heiminum. Sangirnir spegla bæði tað vakra og tað torføra, við einari ljóðmynd, sum blandar popptónleik og r&b. Millum teirra eru “homerun,” “ex-friends,” og tað nýggjasta staklagið ‘’gold’’.
jazzygold er longu eitt kent navn uttanlands og hevur framført á stórum pallum í Bretlandi, Íslandi, Hollandi og Noregi. Hon hevur bygt sær eitt navn sum ein listakvinna, ið torir at seta orð og tónar á tað svárasta, og hetta hevur eisini givið henni eina tilnevning til FMA 2024 fyri “Ársins spíri’’.
Hetta er bara byrjanin á einum spennandi 2025 fyri jazzygold – men byrjanin byrjar her, saman við tær, í Blómuhúsinum.
Kom og uppliv eina einastandandi tónlistarliga ferð og hátíðarhald!
Atgongumerki: https://www.atgongumerki.fo/2844481/jazzygold-i-blomuhusinum-a-toftum
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Toftavegur 10, 650 Toftir, Faroe Islands, Toftavegur 10, FO-650 Toftir, Føroyar,Nes, Faroe Islands, Tórshavn
Tickets