Lyon Unplugged

Thu, 10 Apr, 2025 at 08:00 pm UTC+01:00

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands | Tórshavn

Reinsar\u00edi\u00f0
Publisher/HostReinsaríið
Lyon Unplugged
Advertisement
Lyon – Karismatiskur sangari og gittarleikari í Auluni í Finsen.
10. apríl verður eitt kvøld merkt av tónlistarligari dygd, tá Lyon – ein av okkara mest karismatisku og spennandi tónleikarum – stígur á pallin í Auluni í Finsen. Við sterkum løgum, dragandi framførslum og klassa tónleiki, ið hevur vunnið honum bæði viðurkenning og virðislønir, er Lyon klárur at geva tær eina uppliving av teimum heilt góðu.
Lyon er ein klassa tónleikari – við eini framúr rødd og gittarspæli, ið skapar samljóð millum melodiir og kenslur. Hansara løg eru merkt av fangandi tekstum og intensiteti. Við FMA tilnevningum, einum sigri í Sement kappingini og við nógvum árum av venjing og royndum hevur Lyon prógvað, at hann er ein av bjørtu stjørnunum á føroyska tónleikapallinum.
EITT KVØLD VIÐ MEGI OG NÆRVERU
Tey, ið hava sæð Lyon á pallinum, vita, at hann er meira enn ein sangari – hann er ein performari av guds náði. Við sínum eyðkenda guitarspæli, sínum fangandi nærleika og sínum evni at fáa lív í løg og tekstir, fangar hann bæði hjørtu og oyru hjá áskoðarunum. Lyon hevur tað serliga, ið ger, at tú kennir teg sum ein part av framførsluni – tað verður ikki bara ein konsert, men ein uppliving.
AULAN Í FINSEN ER TAN PERFEKTI KARMURIN
Við sínum serliga akustikki og sál, er Aulan í Finsen tað fullkomna staðið til eitt kvøld, har tónleikur og nærvera eru í miðdeplinum. Lyon fer at framføra nøkur av sínum bestu løgum, og hann fer uttan iva at skapa ein heilt serligan stemning í Auluni.
Keyp atgongumerkir á www.torsgota.fo
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands

Discover more events by tags:

Concerts in Tórshavn

Sharing is Caring:

More Events in Tórshavn

2025 T\u00f3rshavn Open & Faroe Islands Open
Fri, 11 Apr, 2025 at 12:00 pm 2025 Tórshavn Open & Faroe Islands Open

Glasir

Nordic Saxophone Festival 2025, T\u00f3rshavn\/Faroe Islands
Sat, 12 Apr, 2025 at 10:00 am Nordic Saxophone Festival 2025, Tórshavn/Faroe Islands

Tórshavn, Faroe Islands

Lea Unplugged
Thu, 24 Apr, 2025 at 08:00 pm Lea Unplugged

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Konsert vi\u00f0 Mads Langer
Sat, 26 Apr, 2025 at 09:00 pm Konsert við Mads Langer

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

4 F\u00fdrar: Deuxi\u00e9me Acte
Fri, 02 May, 2025 at 07:00 pm 4 Fýrar: Deuxiéme Acte

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

4 F\u00fdrar: Deuxi\u00e9me Acte
Sat, 03 May, 2025 at 07:00 pm 4 Fýrar: Deuxiéme Acte

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events