Advertisement
Benjamin Rajani er ein føroyskur sangari og sangskrivari, ið skrivar nemandi yrkingar og fangandi løg. Tónleikurin er eyðkendur av norðurlendskum sorgblídni við íblástri frá eitt nú Sigur Rós og Neil Young.Í mars 2025 útgevur Benjamin sína debut heildarútgávu “Tá hvørt ljós líkist tær”. 12 føroyskir sangir eru á útgávuni, og tríggir teirra eru longu útgivnir sum stakløg: “Royni enn at gloyma”, “Mánakvøld”, og “Lívsins balkong”. Hesi stakløgini hava verið væl móttikin, og hava millum annað ført til eina grein í stóra danska tónleikablaðnum GAFFA, umframt eina samrøðu og avspælingar á DR P5.
Heildarútgávan er ein ambitiøs verkætlan sum Benjamin hevur arbeitt uppá í meir enn fýra ár. Hon er framleidd í Keypmannahavn av navnframa Esben Svane (Kalaset, Hjalmer, Beinir). Sangirnir snúgva seg m.a. um kærleika, nostalgi, vinarbond og hjartasorg. Tónleikurin á plátuni hevur ein serligan 60’ara dám, við strúkara- og blásaraútsetingum ið eru inspireraðar av The Beatles og The Beach Boys. Strúkarar og blásarar vera eisini við á konsertferðini hjá Benjamin og bólkinum, sum koma úr Keypmannahavn heim til Føroyar at framføra nýggja tónleikin. Fyrsta konsertin verður í Reinsaríinum, sama dag sum heildarútgávan kemur út - 28. mars
Manningin er:
Benjamin Rajani: Gittar, sang
Jónas Gaard: Gittar, banjo, el gittar
Aksel Remmel: Klaver
Hjørtur Háberg: Trummir
Ari Seward: Bass
Jónas Gaard (Farin, Hon er mítt heim) hitar upp til konsertina.
Møguligt verður at keypa nýggju plátuna hjá Benjamin Rajani á vinyl.
Í ummæli av konsertini, Benjamin hevði á G! Festivalinum í 2023, skrivaði KVF: “Benjamin hevur veruligan X-factor, ið er trupul at seta orð á… eitt huglag, ein sjarma og ein grundleggjandi musikalitetur.”
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands