Advertisement
Kári P. – Ein livandi legenda á pallinum í Auluni í Finsen.Tað er ikki ofta, at tú fær møguleika at uppliva eina veruliga legendu, men 29. mars verður eitt kvøld, har tónleikaliga arvurin og listin hjá Kára P. verður heiðrað og upplivað í Auluni í Finsen – einum høli, ið er perfekt til eitt slíkt kvøld við sál og tónleiki.
Kári P. – ella Kári Leivsson, sum hann nú kallast – er ein av okkara størstu sangskrivarum. Við sínum serstøku løgum og tekstum, ið eru á altjóða støði, hevur Kári verið við til at mynda føroyskan tónleik síðan 70’ini. Onkur hevur kallað hann okkara svar upp á Bob Dylan, tí hansara tekstir eru djúpir, hugsunarsamir og ofta bæði poetiskir og hvassorðaðir. Meðan løgini hava eitt lív og eina styrki, ið hava staðið seg gjøgnum áratíggjuni.
Hóast Kári valdi sálarfrøðina sum yrkisleið og tónleikurin er farin í bakgrundina, hevur tað ikki minkað um týdningin av hansara tónleiki. Tvørturímóti tykist hann at hava fingið ein tíðarleysan relevans – tekstirnir snúgva seg um menniskjansliga lívið, kenslur og samfelagslig viðurskifti, ið eru líka aktuell í dag sum tá teir fyrstu ferð vórðu skrivaðir.
At uppliva Kára P. á pallinum er ein heilt serstøk uppliving. Hann er ikki bara ein sangari, men ein søguforteljari, ið megnar at fanga eygablikk úr lívinum og seta tey í orð og tónar, sum raka beint í hjartað.
Keyp atgongumerki á www.torsgota.fo
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands