Advertisement
🌐 ENGLISH BELOW ↓🎟 Ókeypis – tilmelding er neyðug:
https://megd.fo/vidariennbtu
Nú arbeitt verður við ætlanum við at tryggja búskaparligt haldføri, skipar MEGD, sum meginfelag fyri 24 limafeløg hjá fólki, ið bera brek, fyri ráðstevnu, ið setir spurningin: hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið? Sera umfatandi royndir hjá heimsins londum og nýggj gransking vísa nevniliga neilig úrslit fyri samfeløg, bæði í mun til búskap og trivnað, um stýrt verður burturav við støði í BTÚ og peningarligum atlitum. Sum svar upp á hetta hava nógv lond kring heimin stovnað skipanir, ið tryggja, at almenn stýring fevnir “víðari enn BTÚ” til eisini at fevna um m.a. trivnað, rættindi og vælferð hjá børnum og ungum, eldri, og fólki, ið bera brek.
Ráðstevnan verður hildin fyrrapartin týsdagin 29. September kl. 09:00-12:30 í Norðurlandahúsinum, og verður eisini stroymd á netinum. Á skranni verða:
- Romina Boarini, Stjóri í OECD Centre on Well-Being, Inclusion, Sustainability and Equal Opportunity (WISE),
- Majbritt Skov, Partnari í Deloitte Denmark og Head of Deloitte Economics, og
- Johnny í Grótinum, Formaður í Búskaparráðnum,
- Merita Mesiäislehto, leiðandi granskari í Finnish Institute for Health and Welfare (THL)
Beinir Johannesen, løgmaður, setur ráðstevnuna, og eftir framløgurnar verður pallborð við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðarmálum, Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, Eyðdis H. Niclassen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, og Ásu Olsen, forkvinnu í MEGD. Bjørt Samuelsen verður orðstýrari og Betri Stuðul er høvuðsstuðul.
Á tiltakinum verður atkoman sett í hásæti, og verða m.a. skrivi- og teknmálstulkar, týðing úr føroyskum í enskt og úr enskum í føroyskt.
Tiltakið verður ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Vegna avmarkað pláss er tó neyðugt at tekna seg til tiltakið, og verður hetta gjørt á heimasíðuni hjá MEGD:
https://megd.fo/vidariennbtu
SKRÁ
08:45-08:55 | Vælkomin
Ása Olsen, forkvinna í MEGD, og Bjørt Samuelsen, orðstýrari
08:55-09:05 | Ráðstevnan verður sett
Beinir Johannesen, løgmaður
09:20-09:50 | Hvussu kann trivnaður og stýring víðari enn BTÚ styrkja búskapin?
Romina Boarini, stjóri í OECD Centre on Well-Being, Inclusion, Sustainability and Equal Opportunity (WISE)
09:55-10:25 | Virðið av trivnaði og vælferð: hvat kunnu kostnaðar- og nyttugreiningar vísa?
Majbritt Skov, partnari og leiðari fyri Deloitte Economics and ESG M&A
10:25-10:45 | Steðgur
Kaffi og te í forhøllini í Norðurlandahúsinum.
10:50-11:20 | Finnski trivnaðarleisturin
Merita Mesiäislehto, granskingarleiðari hjá Finnish Institute for Health and Welfare (THL)
11:30-12:00 | Víðari enn BTÚ í føroyskum høpi
Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum
12:00-12:30 | Pallborð: Hvussu framtíðartryggja vit føroyska vælferðarsamfelagið?
Orðstýrari: Bjørt Samuelsen
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Ása Olsen, forkvinna í MEGD
Pallborðið verður á føroyskum.
---
HOW CAN WE FUTURE-PROOF OUR WELFARE SOCIETY?
🎟 Free participation – advance registration required:
https://megd.fo/BeyondGDP
As work progresses on plans to ensure economic sustainability, MEGD—the umbrella organisation representing 24 organisations of persons with disabilities—is organising a conference that asks: How can we future-proof our welfare society?
Extensive international experience and new research show that societies face adverse outcomes, both economically and in terms of well-being, when governance is based solely on GDP and financial considerations. In response, many countries around the world have established frameworks to ensure that public governance goes “beyond GDP” and also takes account of well-being, rights, and the welfare of children and young people, older persons, and persons with disabilities.
The conference will take place on Tuesday, 29 September, from 9:00 a.m. to 12:30 p.m. at the Nordic House in the Faroe Islands. It will also be livestreamed online.
Speakers include:
- Romina Boarini, Director of the OECD Centre on Well-Being, Inclusion, Sustainability and Equal Opportunity (WISE)
- Majbritt Skov, Partner at Deloitte Denmark and Head of Deloitte Economics
- Johnny í Grótinum, Chair of the Faroese Economic Council
- Merita Mesiäislehto, Leading Researcher at the Finnish Institute for Health and Welfare (THL)
Prime Minister Beinir Johannesen will open the conference. The presentations will be followed by a panel discussion featuring Margit Stórá, Minister of Social Affairs and Housing; Bárður á Lakjuni, Minister of Culture; Eyðdis H. Niclassen, Minister of Health; and Ása Olsen, Chair of MEGD.
Bjørt Samuelsen will moderate the conference, and Betri Stuðul is the main sponsor.
Accessibility will be given high priority. Speech-to-text interpreting and sign-language interpreting will be provided, together with interpretation between Faroese and English.
Participation is free of charge, and everyone is warmly welcome. However, as capacity is limited, advance registration is required through MEGD’s website:
https://megd.fo/BeyondGDP
PROGRAMME
08:45–08:55 | Welcome
Ása Olsen, Chair of MEGD, and Bjørt Samuelsen, Moderator
08:55–09:05 | Official Opening
Beinir Johannesen, Prime Minister
09:20–09:50 | How Can Well-Being and Beyond-GDP Governance Strengthen the Economy?
Romina Boarini, Director of the OECD Centre on Well-Being, Inclusion, Sustainability and Equal Opportunity (WISE)
09:55–10:25 | The Value of Well-Being and Welfare: What Can Cost–Benefit Analysis Show Us?
Majbritt Skov, Partner and Head of Deloitte Economics and ESG M&A
10:25–10:45 | Break
Coffee and tea will be served in the foyer of the Nordic House.
10:50–11:20 | The Finnish Well-Being Framework
Merita Mesiäislehto, Research Manager at the Finnish Institute for Health and Welfare (THL)
11:30–12:00 | Beyond GDP in the Faroese Context
Johnny í Grótinum, Chair of the Faroese Economic Council
12:00–12:30 | Panel Discussion: How Can We Safeguard the Future of the Faroese Welfare Society?
Moderator: Bjørt Samuelsen
Margit Stórá, Minister of Social Affairs and Housing
Bárður á Lakjuni, Minister of Education and Culture
Eyðdis Hartmann Niclasen, Minister of Health and Energy
Ása Olsen, Chair of MEGD
The panel discussion will be held in Faroese.
Advertisement
Event venue
Norðurlandahúsið í Føroyum, Norðari Ringvegur 14, FO-100 Tórshavn, Føroyar, T, Faroe Islands
Tickets