#StayHappening
Tue, 29 Sep, 2026 at 07:30 pm UTC+01:00

Filmur: Dupultfeilur

  • Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands · T
L\u00f8ksh\u00f8ll Publisher / Host Løkshøll
Share
Filmur: Dupultfeilur
Advertisement
Í filmatiseringini av skaldsøguni 'Dupultfeilur' fáa vit høvi at síggja gávuríku donsku sjónleikarinnunar Sidse Babett Knudsen, Sofie Gråbøl og Asta Kammu August spæla høvuðsleiklutir í sama filmi.
Eitt lítið grannalag í útjaðaranum av býnum verður skelkað av ákæruni um eina seksuella valdsgerð mótvegis einum tannáringadreingi, sum tveir aðrir dreingir hava framt. Tá ið dugnaligi húsameklarin Anne Sofie uppdagar, at sonur hennara er partur av málinum, má hon verja hann og umdømið familjunnar uttan mun til avleiðingarnar. Hetta førir við sær tvídráttir við Sarah og Ulrikke, tí allar tríggjar kvinnurnar berjast fyri at bjarga sær sjálvari og synunum. Ákærurnar mótvegis soninum byrja at ganga sum slatur, og tá trýstið økist, velur Anne Sofie at gera hinar báðar dreingirnar til syndabukkar. Hennara moralska kumpass og vinaløg verða avbjóðað, og tær tríggjar kvinnurnar mugu hvør í sínum lagi taka avgerðir, sum kunnu fáa lívslangar fylgjur.
Filmurin setir spurningin, hvussu langt ein mamma fer fyri at verja síni børn. Leikstjóri er Amalie Næsby Fick.
Filmurin er valdur út og fær verðinspremieru á Toronto International Film Festival og hevur premieru í Danmark 24. september. Týskvøldið 29. september er høvi at síggja filmin í Løkshøll.
Longd 107 min.
Kostnaður kr. 90 (+ 8 kr avgjald)
Advertisement

Event venue

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands, Lómsvegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar, T, Faroe Islands

Tickets
Concerts, fests, parties, meetups — all the happenings, one place.

Ask AI if this event suits you

Keep the plans coming

More events