Advertisement
Faroese Music Awards er tiltak, har bestu avrikini innan føroyskan tónleik verða heiðrað, og virðislønir verða latnar. Tiltakið umfatar beinleiðis tónleikaframførslur og verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum 🎺Hetta er á triðja sinni, at Tónleikasamband Føroya samskipar FMA saman við Kringvarp Føroya 🏆
"Tað gleðir Tónleikasamband Føroya at vera ein partur av FMA og vit vilja gera okkara besta fyri, at tiltakið kann umboða alt føroyska tónleikaumhvørvið á dyggasta hátt"
Hesuferð verður FMA heilt serligt. Vit fara fyri fyrstuferð at ferðast út um Havnina og til Klaksvíkar, har stásliga nýggja mentanarhúsið Varpið verður karmur um árligu virðislønarhandanirnar og mongu, serstøku tónleikaframførslurnar, fríggjarkvøld tann 21.mars í 2025. Og sjálvandi ber eisini til at fylgja við heima í føroysku stovunum.
Spæl Føroyskt verður 24.februar til 2.mars og er hesaferð sostatt Ikki vikuna undan FMA í 2025 🎹
Tónleikaframførslurnar á FMA verða avdúkaðar so við og við... men vit kunnu longu avdúka, at tað verða nakrar serstakar tónleikaframførslur við nøkrum av tí besta, sum føroyingar hava at bjóða!
Fyrstu nøvnini sum eru avdúkað:
- LENA ANDERSSEN 💛
- HAMRADUN 🖤
- TAMARA 💛
- Marius DC (við Marius Ziska) 🖤
- Gø+gówa (serlig samanseting til FMA) 💛
- Beinir 🖤
STUÐLAÐ HAVA:
Hotel Brandan, Gramex FO, Betri Trygging, Christian í Grótinum, Klaksvíkar kommuna, Tórshavnar Kommuna, Koda, Magn, TTS, NEMA, Atlantic Airways 🖤
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Mentanarhúsið Varpið, Klaksvíksvegur 2, FO-700 Klaksvík, Føroyar,Klaksvík, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets