Advertisement
Fagnaðarkonsert: Amnesty Tónar 35 ár 🎶Einaferð rungaðu sangir um vón, frælsi og rættvísi úr bandupptakarum og útvarpstólum kring alt landið. Bandið Amnesty Tónar spældi javnt og samt í ring.
Í ár eru 35 ár síðan, at Amnesty Tónar kom út. Hesa tíðina, tá ófriðurin og stríðini í heiminum koma okkum alsamt nærri, hava vit kanska meira enn nakrantíð tørv á at savnast um frælsi, frið og góðan tónleik 🕊️
Kom við á fagnaðarkonsert leygarkvøldið 14. novembur á Reinsarínum, har sangirnir aftur fáa nýtt lív. Flest øll, sum upprunaliga sungu á útgávuni, verða við, og nýtulkingar vera eisini av nøkrum løgum.
Atgongumerki kosta 250 kr. og kunnu keypast her: https://www.torsgota.fo/tiltok/amnesty-tonar-35-ar
Advertisement
Event venue
Tórsgøta, Tórsgøta 7A, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets