Advertisement
Tú ert ikki einsamøll/ur, um tú hevur hug at halda fyri oyruni, tá tú hoyrir um GDPR– men tú verður glað/ur, tá tú hevur fingið yvirlit yvir tað!
Tað kann kennast eitt sindur ógvusligt, tá vit hoyra um GDPR. Sum um vit ikki fáa arbeitt, tí vit skulu uppfylla so nógv krøv. Men hvør veit, kanska skulu tit bara gera fáar og einfaldar justeringar? Tað fært tú yvirlit yvir, á hesum skeiðinum.
Kom og fá innlit í krøvini í Dátuverndarlógini
Hetta er faktiskt eitt sera hugaligt skeið, betri enn tú heldur. Kom og lær reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum, og slepp undan stórari bót. Tað kunnu tey flestu fyrihalda seg til.
Upplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni. Men tað er ikki líka mikið, hvussu tit sum fyritøka/stovnur goyma hesar upplýsingar.
Kom á skeið og fá eitt gott innlit í, hvussu tú handfer upplýsingarnar rætt. Finn útav um tit, á tínum arbeiðsplássi, eru innan fyri ella uttan fyri reglurnar.
Øll, ið arbeiða við persónsupplýsingum av ymsum slag, hava gott av at fara á slíkt skeið. Sera gevandi skeið.
Fyrimunurin er, at ein lærir meira um dátutrygd, hvussu hon skal handfarast, og ein verður meira obs uppá hvussu persónsupplýsingarnir vera handfarnir frameftir.
Win-win-win fyri allar partar!
Luttakari 2025
Fá vitan og ítøkilig amboð heim við
Á skeiðinum verður ein gjøgnumgongd av dátuverndarlógini, har luttakararnir fáa ítøkilig ráð og amboð til at uppfylla krøvini í lógini í dagliga arbeiðinum. Dentur verður lagdur á at hava eina praktiska tilgongd til reglurnar.
Undirvísari | Helga á Borg
Brellbitar úr skránni:
💠Hvat er persónsupplýsingar?
💠Hvat er GDPR?
💠Hvørji grundleggjandi krøv til viðgerð av persónsupplýsingum skal fyritøkan lúka ísv. dagligu málsviðgerðina?
💠Meginreglur
💠Farspor (cookies)
💠Viðgerðarheimild
💠Krøv um kunning og dokumentatión
💠Rættindi hjá skrásetta
💠Innanhýsis skjøl og mannagongdir og onnur skjøl
💠Viðgerðartrygd
💠Handfarin av trygdarbroti
💠Viðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við setanarviðurskifti
Kom við og fá yvirlit yvir dátuverndarlógina
– jú fyrr, jú betur!
Advertisement
Event venue
Karlamagnusarbreyt 1, 188 Hoyvík, Faroe Islands, Karlamagnusarbreyt 1, FO-188 Hoyvík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets