Advertisement
“MEN TÚ KLÁRAR TEG JÚ SO VÆL?” Jú. tað ger hon kanska. -Hon hevur útbúgving, arbeiði og familju. Hon tekur ábyrgd og fær gerandisdagin at hanga saman.
Men hvussu hevur hon tað, meðan hon klárar seg?
Í ár snýr ADHDtilvit seg um kvinnur og ADHD – tað, tú ikki sært.
Vit fara at tosa um, hví gentur verða sæddar seinni enn dreingir, um masking og mistrivnað, um langar bíðitíðir og um heilsujavnstøðu. Og vit fara at tosa um nakað, sum alt ov leingi hevur fingið ov lítla rúmd í ADHD-kjakinum: kvinnukroppin og hormonir.
Kvøldið bjóðar uppá serfrøðingaprát, sofaprát við kvinnur í ymsum lívsskeiðum & tónleik, og vit handa ADHDviðurkenningina 2026 til eina eldsál.
Hetta verður ikki eitt kvøld um alt tað, kvinnur við ADHD ikki megna.
Tvørturímóti. Vit vilja vita, hvat hevur hjálpt teimum, hvat tær hava lært – og hvat skal til, fyri at tær ikki bara skulu klára seg, men eisini hava tað gott.
AT MEGNA – OG HAVA TAÐ GOTT Hvussu kunnu kvinnur við ADHD fáa bæði?
Tiltakið verður í Perluni í Tórsgøtu 22. oktober 2026 kl. 19.00–21.15
Øll eru hjartaliga vælkomin – kvinnur og menn.
Tiltakið verður stroymt - leinkjan kemur seinri.
Advertisement
Event venue
Tórsgøta, Tórsgøta 7A, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets