Várkonsertin 2025 - Verdi Requiem

Sat, 15 Mar, 2025 at 07:30 pm UTC+00:00

Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands | Tórshavn

F\u00f8roya Symfoniorkestur
Publisher/HostFøroya Symfoniorkestur
V\u00e1rkonsertin 2025 - Verdi Requiem
Advertisement
Føroya Symfoniorkestur, kór og solistar framføra Verdi Requiem
Heimsins mest dramatiska deyðsmessa við stórum symfoniorkestri, kóri, og ikki minni enn fýra altjóða sangsolistum og gestadirigenti.
Dirigentur: Fredrik Burstedt (SE)
Solistar: Sopran Agnes Thorsteins (ÍS), Mezzosopran Emma Sventelius (SE), Tenor Bror Magnus Tødenes (NO), Bassur Zaza Gagua (GEO)

Verdi Requiem
Áðrenn Giuseppe Verdi fylti 60 ár, var lítið, sum bendi á, at hann fór at skriva eina av heimsins mest dramatisku deyðsmessum. Hann skal enntá hava sagt: "Har eru so nógvar deyðsmessur, hví skuldi eg skriva eina afturat?"
Men ætlanir broytast. Tá Verdi var 55 ára gamal, doyði hansara stóra fyrimynd, Gioacchino Rossini. Verdi og onnur italiensk tónaskald fóru í holt við at skriva eina felags deyðsmessu til minnis um Rossini, har Verdi skrivaði seinasta satsin, Libera me.
Verkið varð ongantíð framført. Fimm ár seinni doyði yrkjarin Alessandro Manzoni, ein onnur stór fyrimynd. Verdi skrivaði, nú 60 ára gamal, eina deyðsmessu fyri Manzoni.
Í 1874 varð Requiem frumframført í Markuskirkjuni í Milano og fáar dagar seinni í La Scala. Verkið fekk framúr móttøku og varð framført kring heimin, í New York, London, París, Argentina og Egyptalandi.
Verdi skapaði eina stórsligna og inniliga deyðsmessu, men pávin bannaði seinni tónleiki við orkestri og kvinnuligum solistum í katólsku kirkjuni. Í 1902, Tvey ár eftir deyða Verdis, legði katólska kirkjan verkið í søguliga gloymsku, har tað lá í tríati ár. Í 1939 reis verkið upp aftur, varð innspælt og hevur síðani verið framført í konserthøllum um allan heim.

Sopran: Agnes Thorsteins (ÍS)
Agnes Thorsteins, úr Íslandi, hevur útbúgving frá Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien, har hon hevur lisið hjá fremstu professarum. Hon hevur eisini luttikið í masterclass hjá framúr solistum sum Anne Sofie von Otter og Dame Kiri Te Kanawa. Agnes framførir regluliga í størstu konserthøllunum í Europa.
Mezzosopran: Emma Sventelius (SE)
Emma Sventelius, úr Lund í Svøríki, hevur bachelor frá Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og tók sítt prógv í Wien. Hon fekk sín fyrsta altjóða leiklut sum Suzuki í Madame Butterfly á Deutsche Oper am Rhein.
Tenor: Bror Magnus Tødenes (NO)
Norski tenorurin Bror Magnus Tødenes er ein av mest gávaðu sangúrmælingunum í Skandinavia. Hann hevur framført á Wiener Staatsoper og fleiri leiðandi operahúsum. Í 2015 vann hann bæði fyrsta plássið og áhoyraraprísin í Renata Tebaldi-kappingini.
Bassur: Zaza Gagua (GEO)
Zaza Gagua, úr Tbilisi í Georgia, byrjaði sum løgfrøðilesandi, men valdi síðan tónleikin. Hann hevur útbúgving frá Tbilisi State Conservatory og hevur lisið í Helsinki og Stokkhólmi. Nú starvast hann á Staatstheater Darmstadt í Týsklandi.
Dirigentur: Fredrik Burstedt (SE)
Fredrik Burstedt, úr Svøríki, var violinistur og konsertmeistari í mong. Nú er hann ein umbiðin dirigentur. Hann hevur samstarvað við orkestur í Svøríki, Noregi, Danmark og Týsklandi. Fredrik hevur fingið fleiri heiðurslønir, m.a. Herbert Blomstedt-stipendium.
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands, Norðari Ringvegur 14, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Discover more events by tags:

Exhibitions in TórshavnArt in Tórshavn

Sharing is Caring:

More Events in Tórshavn

Enekk \u00ed OY (\u00d3KEYPIS KONSERT)
Fri, 14 Mar, 2025 at 09:00 pm Enekk í OY (ÓKEYPIS KONSERT)

Falkavegur 4, 100

Lena Anderssen Unplugged
Sat, 15 Mar, 2025 at 08:00 pm Lena Anderssen Unplugged

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

FAROESE MUSIC AWARDS (FMA) 2025 \ud83c\udfc6
Fri, 21 Mar, 2025 at 08:00 pm FAROESE MUSIC AWARDS (FMA) 2025 🏆

Mentanarhúsið Varpið

T\u00fddningarmikli heili okkara
Tue, 25 Mar, 2025 at 06:00 pm Týdningarmikli heili okkara

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Benjamin Rajani - \u00datg\u00e1vukonsert
Fri, 28 Mar, 2025 at 08:30 pm Benjamin Rajani - Útgávukonsert

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Ragnar Finsson \u00ed OY (\u00d3KEYPIS KONSERT)
Fri, 28 Mar, 2025 at 09:00 pm Ragnar Finsson í OY (ÓKEYPIS KONSERT)

Falkavegur 4, 100

K\u00e1ri P. Unplugged
Sat, 29 Mar, 2025 at 08:00 pm Kári P. Unplugged

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events