Advertisement
Tíggju ár eru liðin síðani Rökkvi (Rógvi Odvørson) gav út sítt fyrsta verk – fløguna 'Where Is The Sun'. Hetta var byrjanin til eina tónleikaliga ferð, sum hevur ført hann á pallar kring landið og út um landoddarnar, og givið honum eitt fast pláss í hjørtunum hjá áhoyrarunum.Nú verður hendan ferðin hátíðarhildin við einari jubileumskonsert, har løgini frá 'Where Is The Sun' - umframt nýggjari løg - verða framførd live við einum framúr góðum bólki.
Á pallinum verður Rökkvi saman við nøkrum av okkara fremstu tónleikarum – Hans Poulsen á klaveri, Josva Debes á trummum, Leivur Vitalis á bassi, Ólavur Olsen á horni og Aron Poulsen og Jón Mørkøre á gittarum.
Harumframt fáa vit vitjan av trimum gestasangarum í serflokki: Guðrun Sólja Jacobsen, Jens Marni Hansen og Róin Siggertsson, umframt dóttir Rógva, Sara Björt Rógvadóttir á Lakjuni.
Hetta verður eitt kvøld, har vit leita aftur til Where Is The Sun – og fagna teimum tíggju árinunum, sum hava myndað Rökkva og hansara tónleik, samstundis sum vit hyggja frameftir og hoyra nakað av tí nýggja, sum er á veg.
Rökkvi – 10 ára jubileumskonsert
Leygardagin 28. Februar 2026 kl 20
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Keyp áðrenn jól fyri 195 (pluss avgjald).
(Góð jólagáva)
Aftaná jól 245 (pluss avgjald).
Við dyrnar 275.
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Karvatoftir 5, 530 Fuglafjørður, Faroe Islands, Karvatoftir 5, FO-530 Fuglafjørður, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.







