Advertisement
Heimildarfilmurin Human Forever er ein søga um kærleika til mannaættina, sum menniskju við demenssjúku hava fortaltNógv umrøddi filmurin við avbera góðu ummælunum verður nú at síggja í Føroyum – og framleiðararnir báðir, Teun Toebes og Jonathan de Jong, vera við og fara at presentera filmin, eins og høvi verður at seta spurningar, aftaná at filmurin er vístur.
Ungi humaniteri aktivisturin, Teun Toebes (25 ár í dag), hevur eina missjón:
– At betra um lívið hjá fólki, sum liva við demenssjúku.
Í heili trý ár hevur Teun ferðast í 11 londum í fýra ymiskum heimspørtum, har hann hevur vitjað og eisini búð á fleiri demensheimum, m.a. í Danmark. Saman við góða vini sínum, Jonathan de Jong, ið er filmsframleiðari, hevur Teun kannað, hvussu demensur verður handfarin í ymsum londum og øðrum mentanum, og hvat vit kunnu læra hvør av øðrum fyri at framtíðin skal gerast bjartari og rúmligari fyri fólk, ið liva við demenssjúku.
Burtur úr hesi ferðini kom dokumentarurin HUMAN FOREVER, sum hevði frumsýning í oktober 2023.
Síðan tá hevur dokumentaruin m.a. havt hægstu hyggjaratøl nakrantíð í Hollandi fyri hetta slagið av dokumentarum, eisini er filmurin sýndur í yvir 30 londum kring knøttin, og hann hevur vunnið fleiri virðislønir.
Human Forever verður vístur í Norðurlandahúsinum tann 27. februar 2026 kl. 19.00. Filmurin hevur danskan undirtekst.
Trailari sæst her:
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands, Norðari Ringvegur,Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.





