Advertisement
Í sambandi við altjóða kvinnudagin sýnir Filmsfelagið aftur í ár ein film við einum feministiskum vinkli í samstarvi við Femifagnaðin. The Day Iceland Stood Still er ein kraftmikil og hugtakandi heimildarfilmur um dagin, tá kvinnur í Íslandi broyttu søguna.24. oktober 1975 løgdu 90 prosent av íslendskum kvinnum arbeiðið frá sær. Tær fóru ikki til arbeiðis, gjørdu ikki húsligt arbeiði og ansaðu ikki børnum. Ísland steðgaði. Telefonir ringdu óavbrotið, skúlar og stovnar lótu aftur, og menninir máttu fyri fyrstu ferð í stórum tali takast við gerandisdagin einsamallir.
Filmurin greiðir frá hesum sermerkta degi gjøgnum livandi frásagnir frá kvinnunum, sum skipaðu verkfallið, og kvinnunum, sum tóku lut. Við arkivmyndum, tónleiki og persónligum søgum verður víst, hvussu samhaldsfesti, dirvi og humor gjørdust amboð í einum stríði fyri javnrættindum.
The Day Iceland Stood Still er ikki bara ein filmur um eina søguliga hending, men ein áminning um, hvussu nógv broyting kann spretta úr felagsskapi og samfelagsligari ábyrgd. Fimm ár seinni fekk Ísland sín fyrsta kvinnuliga forseta, Vigdís Finnbogadóttir, og nógv peika á henda dagin sum eitt av teimum avgerandi vendipunktunum í stríðinum fyri javnrættindi.
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.





