Human Forever - Heimildarfilmur & Orðaskifti

Sat, 28 Feb, 2026 at 07:00 pm UTC+00:00

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands | Tórshavn

L\u00f8ksh\u00f8ll
Publisher/HostLøkshøll
Human Forever - Heimildarfilmur & Or\u00f0askifti
Advertisement
Heimildarfilmurin "Human Forever" er ein søga um kærleika til mannaættina, sum menniskju við demenssjúku hava fortalt
Nógv umrøddi filmurin við avbera góðu ummælunum verður at síggja í Føroyum í februar 2026 – og framleiðararnir báðir, Teun Toebes og Jonathan de Jong, vera við til framførslurnar
25 ára gamli humaniteri aktivisturin,Teun Toebes, hevur eina missjón:
– At betra um lívið hjá fólki, sum liva við demenssjúku
Í heili trý ár hevur Teun ferðast í 11 londum í fýra ymiskum heimspørtum, har hann hevur vitjað og eisini búð á fleiri demensheimum, m.a. í Danmark. Saman við góða vini sínum, Jonathan de Jong, ið er filmsframleiðari, hevur Teun kannað, hvussu demensur verður handfarin í ymsum londum og øðrum mentanum, og hvat vit kunnu læra hvør av øðrum fyri at framtíðin skal gerast bjartari og rúmligari fyri fólk, ið liva við demenssjúku.
Burtur úr hesi ferðini kom dokumentarurin HUMAN FOREVER, sum hevði frumsýning í oktober 2023.
Síðan tá hevur heimildarfilmurin m.a. havt hægstu hyggjaratøl nakrantíð í Hollandi fyri hetta slagið av heimildarfilmum, eisini er filmurin sýndur í yvir 30 londum kring knøttin, og hann hevur vunnið fleiri virðislønir.
Í februar 2026 fáa vit her í Føroyum høvi at síggja heimildarfilmin, sum hevur fingið einastandandi góð ummæli. Og teir báðir, Teun Toebes og Jonathan de Jong, koma við til Føroya og fara at presentera filmin, eins og høvi verður at seta spurningar, aftaná at filmurin er vístur.
Human Forever verður vístur í Løkshøll tann 28. februar 2026 kl. 19.00. Filmurin hevur danskan undirtekst.
Kostnaður 125 kr (+10 kr avgjald)
Trailari sæst her:
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands, Lómsvegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets
Icon
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.

Ask AI if this event suits you:

More Events in Tórshavn

Heimildarfilmur og pr\u00e1t
Fri, 27 Feb at 07:00 pm Heimildarfilmur og prát

Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands

R\u00d6KKVI - jubileumskonsert, 28. februar 2026
Sat, 28 Feb at 08:00 pm RÖKKVI - jubileumskonsert, 28. februar 2026

Karvatoftir 5, 530 Fuglafjørður, Faroe Islands

Svend Brinkmann - Ta\u00f0 meiningsfulla arbei\u00f0sl\u00edvi\u00f0
Mon, 02 Mar at 08:00 am Svend Brinkmann - Tað meiningsfulla arbeiðslívið

Hotel Føroyar

The Day Iceland Stood Still (Pamela Hogan og Hrafnhildur Gunnarsd\u00f3ttir, USA\/\u00cdsland 2024, 71 min)
Wed, 04 Mar at 08:00 pm The Day Iceland Stood Still (Pamela Hogan og Hrafnhildur Gunnarsdóttir, USA/Ísland 2024, 71 min)

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

Gospelt\u00farur
Fri, 06 Mar at 08:00 pm Gospeltúrur

M/F Norröna

HARALDSEN DISKAR \u00cd VARPINUM
Sat, 07 Mar at 11:00 pm HARALDSEN DISKAR Í VARPINUM

Klaksvíksvegur 2, Klaksvík, Faroe Islands

Filmur: Hamnet
Tue, 10 Mar at 07:00 pm Filmur: Hamnet

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events