Advertisement
Mánadagin 2. mars 2026 á Hotel Føroyum – fyri leiðarar og starvsfólkKom og hoyr kenda professaran og høvundin Svend Brinkmann, tá hann vitjar í Føroyum og undirvísur við einum inniligum og innihaldsríkum fyrilestri um arbeiðslívið, sum tað er – og sum tað kundi verið:
“Tað skal vera pláss til bæði tey, sum vilja broyta heimin – og tey, sum duga at halda honum uppi.”
Hetta er ein gyltur møguleiki at síggja arbeiðslívið úr einum nýggjum sjónarhorni – har menniskjalig virði ikki bara javnviga trýst og effektivitet, men eisini eru lykilin til eina varandi og haldføra framgongd á tínum arbeiðsplássi.
Brinkmann setur sjóneykuna á týdningin av at skapa arbeiðspláss, sum rúma ymiskleika og menniskjaligum førleikum, heldur enn einans at krevja støðugan fleksibilitet og effektivisering. Hann spyr:
Hvussu kunnu vit skapa eitt arbeiðslív, sum gevur meining – fyri fleiri?
Les um dagin á: salarfrodi.fo
Keyp atgongumerki: [email protected]
Sí video um dagin: https://www.facebook.com/reel/896627919432930
Skráin fyri dagin:
📍 Hotel Føroyar
🕓
07:45 – 08:30: Morgunmatur og innskriving
08:30 – 10:00: Fyrilestur við Svend Brinkmann
10:00 – 10:20: Steðgur
10:20 – 12:00: Framhald av fyrilestri
12:00: Takk fyri hesuferð
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Hotel Føroyar, Íslandsvegur 10A, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.





