Advertisement
▼ Keypmannahavn klub legendan Matihas Mesteño vitjar Náttarklubban 10 April. ▲
🎵 Mathias byrjaði at diska, sum einans 13 ára gamal, og fyrst í 90'unum miksaði alt frá Hip Hop, Disco og Latinamerikanskan tónleik.
Talenti hjá unglinginum var ikki at taka feil av, og tað náddi sítt hæddarpunkt tá hann bleiv bjóðaður á konsertferð við einum av størstu hip-hop bólkunum í Danmark, sum teirra konsertferða- og studio-DJ, samstundis, sum hann kappaðist í DJ-kappingum og scratch battles runt allan heimin.
Hann flutti seinni eyguni yvir í house tónleik, og gjørdi long, ómakaleys miks av House, Techno og Disco.
Í 7 ár var hann resident DJ á legendariska Vega í Keypmannahavn, meðan hann flutti adressu millum Toronto og London. Fyrst í 2000 fór hann at útgeva tónleik á plátufeløgum í Berlin og London, og tað førdi til fleiri konsertferðir á altjóða náttklubbum, sum Cream, Tresor, Fabric, Watergate og Panorama Bar.
Í dag hevur Mathias síni egnu mánaðarligu kvøld í Keypmannahavn, sum eru ætlað latín og disco. Hansara eklektiski, orkufulli, jacking stílur miksar Disco, Gospel House, Latin Freestyle, Chicago booty og alt tað ímillum, miksa við kendum acapellas, so vænta tað óvæntaða 🎵
( ͡❛ ͜ʖ͡❛ ) TRYGVII & JVNTOR ( ͡❛ ͜ʖ͡❛ )
Tveir ymiskir fýrar við nógvum til felags.
Trygvii og JVNTOR sameina ymiskar inspiratiónir í einum groovy, upplyftandi og melodiskum house setti.
Við royndum frá ymiskum pallum og einum góðum eyga fyri fjøldini, vita teir júst, hvussu eitt kvøld skal byggjast upp, frá fyrsta beat til síðsta drop.
Hurðarnar lata upp kl.23. Entré: 100,- 💰 aftaná midnátt, 🔞 ára aldursmark.
Advertisement
Event Venue
Tinghúsvegur 8, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tinghúsvegur 8, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.









