Advertisement
Barnakonsertin 2026Føroya Symfoniorkestur og Jákup Dahl framføra Poetikus
Børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya Størsta Orkestur spæla barnakonsertir.
Frásøgumaðurin Jákup Dahl fer at fortelja tykkum søguna um Poetikus.
Hóskandi til børn 4 ár og eldri.
Nú er vorðið seint, og Poetikus fer at leggja seg. Hann rembir sær, geispar og setur seg á koyggjukantin.
Sofus, pappageykurin, situr við havgron á galiónsfigurinum aftan fyri hurðina.
'Bølmenni! Ótúggi! Kukkur!' letur tað úr honum.
Men Poetikus hevur longu ballað seg langt undir dýnuna.
Uttanfyri ýlir stormurin, tað leikar í, og brotini eru sum fjøll.
Poetikus býr í einum vita langt burturi frá fólki. Tað dámar honum best, men óveðursnætur venda upp og niður á øllum lívinum hjá Poetikusi.
Føroya Symfoniorkestur framførir søguna um Poetikus og havfrúnna við tónleiki, myndum og frásøgn. Søgan er egnað til allar aldursbólkar.
Á konsertini verða eisini onnur løg á skrá, tónleikur sum tit hava hoyrt áður og kenna væl.
Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu.
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
Solistur: Beinta Ingeborg Greve
Komponistar: Páll Sólstein og Andras Olsen
Søga/tekningar: Edward Fuglø
Frásøgufólk: Jákup Dahl
Minst til at øll børn skulu hava eitt atgongumerki.
Advertisement
Event Venue
Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands, Norðari Ringvegur,Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.








