Advertisement
Hans Hjalti Skaale stovukonsert 10. apríl.Konsertin, sum er ókeypis, verður Undir Rókini 10 í Hvannasundi fríggjakvøldið 10. apríl kl. 20:00, heima í rúmligu stovuni hjá Sólvá og Dan Nysted.
Hans Hjalti hevur sín fasta, sera dugnaliga samstarvsfelaga Hóraldur Joensen harmonikuleikara við sær. Á konsertini fara vit at hoyra løg, sum Hans Hjalti hevur gjørt til yrkingar hjá Janusi Djurhuus, Regini Dahl og Andriasi Justesen. Eisini verða týddar vísur úr Írlandi, USA, Svøríki og Danmark at hoyra, ið Hans Hjalti og Andrias hava føroyska. Onkur av skemtivísunum hjá Andriasi, sum hvørt mansbarn í Føroyum man kenna, verður eisini á skrá.
Eingi atgongumerki verða seld, tað er bara at møta upp til hesa forkunnugu konsert við vísusangi av tí siðbundna slagnum Undir Rókini 10 í Hvannasundi.
Í seks dagar verða Norðoyggjar fyltar av livandi ljóði, konsertum, felagsskapi og stemningi. Várljóð er eitt nýtt tónleikatiltak, sum breiðir seg um allar Norðoyggjar 💛 frá smáum, inniligum konsertum til stórar, orkufullar framførslur. Frá ókeypis konsertum til konsertir við ábit, til heiðurskonsert 💛🧡💚
Skráin sær soleiðis út:
- Anna Lovisa Mýri Í Mikladals kirkju mánadagin 6. apríl kl. 15.30
Klaksvíkar Hornorkestur í Viðareiðis kirkju týsdagin 7. apríl kl. 20.00
- Rani Nolsøe í Árnafjarðar kirkju mikudagin 8. apríl kl. 19.00
- Klaksvíkar Manskór í Uppistovu á Norðoya Røktarheimi í Klaksvík hósdagin 9. apríl kl 19.30
- Klaksvíkar Manskór í Niðristovu á Norðoya Røktarheimi í Klaksvík hósdagin 9. apríl kl 20.00
- Jógvan Andrias Joensen Í Kunoyar kirkju hósdagin 9. apríl kl 20.00
- Eyðun Nolsøe í Biskupsstøðgarðinum fríggjadagin 10. apríl kl. 20.00 – bókað borð frá kl 19.00 á bsg.fo
- Hans Hjalte Skaale stovukonsert Undir Rókini 10 í Hvannasundi fríggjakvøldið 10. apríl kl. 20.00
- Heiðurskonsert Tey á Kamarinum í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl kl 19.00 og kl 21.30
Hvønn dag verða nýggj ljóð og nýggj nøvn at uppliva – í kirkjum, á ellisheimum, á matstovum, ja í hølum kring Norðoyggjar.
Vikan endar við tveimum heiðurskonsertum í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl, har kendir føroyskir tónleikarar tulka løg hjá hinum legendariska bólkinum Tey av Kamarinum. Tað verður ein ferð aftur í tíðina, og eisini verður tónleikurin fluttur inn í nútíðina. Eitt hátíðarhald av tí, sum ger føroyskan tónleik so serligan 🩷
-------
Hans Hjalti Skaale Living Room Concert – April 10
The concert, which is free of charge, will take place at Undir Rókini 10 in Hvannasund on Friday evening, April 10 at 20:00, in the spacious living room of Sólvá and Dan Nysted.
Hans Hjalti will be joined by his regular and highly skilled collaborator, accordion player Hóraldur Joensen. At the concert, we will hear songs composed by Hans Hjalti based on poems by Janus Djurhuus, Regin Dahl, and Andrias Justesen. There will also be translated folk songs from Ireland, the USA, Sweden, and Denmark, which Hans Hjalti and Andrias have adapted into Faroese. Some of Andrias’s humorous songs—well known to nearly everyone in the Faroe Islands—will also be on the program.
No tickets will be sold—just show up and enjoy this special concert of traditional folk singing at Undir Rókini 10 in Hvannasund.
For six days, the Northern Isles will be filled with vibrant sound, concerts, community, and atmosphere. Várljóð is a new music event that spreads across all the Northern Isles 💛 — from small, intimate concerts to large, energetic performances. From free concerts to concerts with food, to a tribute concert 💛🧡💚
The program is as follows:
- Anna Lovisa Mýri at Mikladalur Church, Monday, April 6 at 15:30
Klaksvík Brass Band at Viðareiði Church, Tuesday, April 7 at 20:00
- Rani Nolsøe at Árnafjørður Church, Wednesday, April 8 at 19:00
- Klaksvík Male Choir in Uppistova at the Northern Isles Care Home in Klaksvík, Thursday, April 9 at 19:30
- Klaksvík Male Choir in Niðristova at the Northern Isles Care Home in Klaksvík, Thursday, April 9 at 20:00
- Jógvan Andrias Joensen at Kunoy Church, Thursday, April 9 at 20:00
- Eyðun Nolsøe at Biskupsstøðgarður, Friday, April 10 at 20:00 – table booking from 19:00 at bsg.fo
- Hans Hjalte Skaale living room concert at Undir Rókini 10 in Hvannasund, Friday evening, April 10 at 20:00
- Tribute concert “Tey á Kamarinum” at Varpið, Saturday evening, April 11 at 19:00 and 21:30
Each day brings new sounds and new names to experience — in churches, care homes, restaurants, and venues across the Northern Isles.
The week ends with two tribute concerts at Varpið on Saturday evening, April 11, where well-known Faroese musicians interpret songs by the legendary group Tey av Kamarinum. It will be a journey back in time, while also bringing the music into the present day — a celebration of what makes Faroese music so special 🩷
Advertisement
Event Venue
Undir Rókini 10, FO-740 Hvannasund, Føroyar, Undir Rókini 10, FO-740 Hvannasund, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.





