Kafékonsert og prát við Anniku Hoydal

Sun, 09 Mar, 2025 at 04:00 pm UTC+00:00

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands | Tórshavn

L\u00f8ksh\u00f8ll
Publisher/HostLøkshøll
Kaf\u00e9konsert og pr\u00e1t vi\u00f0 Anniku Hoydal
Advertisement

NÚ ER TÚ ALDAN
- Kafékonsert og prát við Anniku Hoydal í Løkshøll
Hon er ein alda og hevur sett spor í sjógvin á føroyska mentanarpallinum í meira enn hálva øld, og í november fyllir hon 80 ár. Talan er sjálvandi um Anniku Hoydal, sum hevur verið slóðbrótandi tónleikari og sjónleikari og ein fyrimynd í einari tíð, tá ið ungar føroyskar kvinnur bert tordu at droyma um at ganga aðrar leiðir enn tær siðbundnu. Hon hevur búleikast í Føroyum, í Suðuramerika og seinastu mongu árini í Danmark. Enn er hon virkin og opin fyri nýggjum avbjóðingum. Saman við beiggjanum, Gunnar Hoydal, sála, hevur hon myndað tónlistarliga landslagið við sangum, sum eru fólkaogn her heima, og neyvan fer nøkur veitsla ella Ólavsøka framvið uttan at fjøldin trívir í sangin um Alduna, sum dregur og tekur um okkara iva.
Vit fagna altjóða kvinnudegnum við einari fjálgari og forkunnugari kafékonsert í Løkshøll, har Annika Hoydal verður Aldan, sum dregur okkum, eigur okkum og kanska rekur okkara hjørtu á flot. Við sær á pallin hevur Annika vælupplagda tónleikabólkin við Kim Hansen, klaver, Benjamin Petersen, gittar og Torleik Mortensen, bass. Ímillum sangirnar verður prát við Anniku um ymiskar tættir úr hennara spennandi lívi.
Dyrnar lata upp hálvan tíma áðrenn tiltakið, soleiðis at fólk kunnu finna sær sess og keypa kaffi, té ella okkurt annað gott upp í glasið og okkurt søtt afturvið.
Atgongumerki á 150 kr (+10 kr í avgjaldi) á loksholl.fo. Avmarkað pláss.
Konsertin er partur av Femifagnaðinum 2025 og 'Spæl føroyskt' vikuni og er fyriskipað av Kongshavnar Kvinnufelag, Bókasavninum við Løkin og Løkshøll.
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands, Rókavegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar,Runavík, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Discover more events by tags:

Concerts in Tórshavn

Sharing is Caring:

More Events in Tórshavn

AQUA
Sat, 08 Mar, 2025 at 05:00 pm AQUA

Við Tjarnir

Altj\u00f3\u00f0a kvinnudagur
Sat, 08 Mar, 2025 at 07:00 pm Altjóða kvinnudagur

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Femininomen \u00ed OY
Sat, 08 Mar, 2025 at 09:00 pm Femininomen í OY

Falkavegur 4, 100

Filmur: A Complete Unknown
Tue, 11 Mar, 2025 at 07:30 pm Filmur: A Complete Unknown

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

A Complete Unknown (James Mangold USA 2024 120 min)
Wed, 12 Mar, 2025 at 08:00 pm A Complete Unknown (James Mangold USA 2024 120 min)

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

Enekk \u00ed OY (\u00d3KEYPIS KONSERT)
Fri, 14 Mar, 2025 at 09:00 pm Enekk í OY (ÓKEYPIS KONSERT)

Falkavegur 4, 100

V\u00e1rkonsertin 2025 - Verdi Requiem
Sat, 15 Mar, 2025 at 07:30 pm Várkonsertin 2025 - Verdi Requiem

Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands

Lena Anderssen Unplugged
Sat, 15 Mar, 2025 at 08:00 pm Lena Anderssen Unplugged

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

FAROESE MUSIC AWARDS (FMA) 2025 \ud83c\udfc6
Fri, 21 Mar, 2025 at 08:00 pm FAROESE MUSIC AWARDS (FMA) 2025 🏆

Mentanarhúsið Varpið

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events