Advertisement
Spælifilmurin A Complete Unknown er ein ævisøgulig lýsing av kendasta sangara í okkara tíð, Bob Dylan (f.1941), sum í 2016 fekk Nobelvirðislønina í bókmentum. Meinhard Jensen fer at innleiða sýningina.
Høvuðsleiklutin sum kendi sangarin hevur Timothée Chalamet (f.1995), sum fyrr hevur verið at sæð í Filmsfelagnum í Ladybird (2017) saman við Saoirse Ronan, ið hevur høvuðsleiklutin í The Outrun.
Vit eru í New York fyrst í sekstiárunum, tá ein ungur og púra ókendur 19 ára gamal maður úr Minnesota kemur til West Village. Hann hevur gittara við og syngur ikki bara nýskapandi men eisini kollveltandi sangir, sum hann sjálvur hevur yrkt og sett lag til.
Skjótt hevur hann broytt samtíðartónleikin í øllum landinum.
Hesi árini knýtir hann sambond við aðrar sangarar og yrkjarar, men hann er ikki so fegin um at verða settur í bás, tá alt verður umrøtt og handfarið sum ein fólkarørsla. Hann vil ganga út úr takt, sum okkara kári p sigur, og tað fær avleiðingar um allan heim.
Timothée Chalamet bæði spælir og syngur sum Bob Dylan í filminum, sum James Mangold hevur leikstjórnað. Hann hevur skrivað handritið saman við Jay Cocks og Elijah Wald. Mangold gjørdi filmin I Walk the Line (2005) um Johnny Cash og Girl Interrupted (1999), ið bygdi á sjálvævisøgu hjá Susan Kaysen, sum búði í Skopun og var dóttir Carl Kaysen, ið skrivaði talur fyri Kennedy.
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands