Advertisement
Fyrilestur um at síggja heimin við nýggjum eygum 👩🚀🚀🌍Hvussu er tað at verða skotin út í rúmdina við rúmdarrakett og síggja okkara jarðarklótu langt burturfrá, sveimandi úti í myrkrinum?
Jannicke Mikkelsen hevur avrikað nakað, sum tey flestu bara kunnu droyma um. Hon hevur staðið á odda fyri einari søguligari rúmdarferð sum skipari á Fram2-rúmdarferðini.
Hon hevur ferðast í ringrás um jørðina meira enn 50 ferðir og hugt niður á heimlandið Noreg langt uppifrá – sum fyrsti kvinnuligi norski ríkisborgari í rúmdini.
Hetta kvøldið fer hon at siga frá serstøku søguni um leiðina til rúmdina, um dreymar, sum krevja dirvi – og um at tora at hugsa stórt og spreingja tey mørk, vit halda vera til.
Hon kveikir hugin hjá tær og bjóðar tær av at síggja heimin við nýggjum eygum!
Umframt at vera rúmdarfari, er Jannicke virðisløntur filmsframleiðari. Hon hevur samstarvað við m.a. NASA, Netflix, Paramount Pictures, BBC – og mentanarikon sum rokkbólkin Queen, Buzz Aldrin, Brian May og Sir David Attenborough. Hon hevur brúkt sína yrkisleið til at dokumentera tað ókenda og víðka sjónarringin – bókstavliga.
Gleð teg til ein heilt serligan fyrilestur, sum gevur bæði ungum og vaksnum íblástur til at hugsa størri og síggja heimin á ein nýggjan hátt. Tú møtir einum ævintýrara, slóðbrótara – og einum persóni, sum hevur sæð okkum øll úr rúmdini.
Fyrilesturin er partur av eini røð av tiltøkum, har Norðurlandahúsið yvir eitt vikuskifti varpar ljós á alheimin. Nærri kunning kemur seinni.
Atgongumerki: kr. 195
Lesandi og ung undir 18 ár: kr. 145
Mál: Norkst
👉www.nlh.fo/?event=11965/hitt-jannicke-mikkelsen-fyrsta-rumdarfara-ur-noregi-no
👇👇
MEET NORWAY'S FIRST ASTRONAUT JANNICKE MIKKELSEN (NO)
Lecture on Seeing the World with New Eyes 👩🚀🚀🌍
What is it like to be shot into space aboard a rocket and see our planet from afar, floating in the darkness?
Jannicke Mikkelsen has done something that most people only dream of. She led a historic space mission as the spacecraft commander of the Fram2 mission.
She has orbited the Earth more than 50 times, looking down at her home country, Norway, far below, as the first Norwegian woman in space.
Tonight, she will share the extraordinary story of her journey to space, about dreams that require courage — and about daring to think big and break the boundaries we believe exist.
She inspires, challenges, and invites you to see the world with new eyes!
In addition to being an astronaut, Jannicke is an award-winning filmmaker. She has worked with NASA, Netflix, Paramount Pictures, BBC, and cultural icons such as the rock band Queen, Buzz Aldrin, Brian May, and Sir David Attenborough. She has dedicated her career to documenting the unknown and expanding horizons — literally.
Look forward to a truly special lecture that inspires both young and old to think bigger and see the world anew. Meet an adventurer, a pioneer — and a person who has seen us all from space.
The lecture is part of an event series, where Nordens Hus will focus on outer space over a weekend. More information to follow.
Tickets: kr. 195
Students and youth under 18: kr. 145
Language: Norwegian
👉 www.nlh.fo/en?event=11965/hitt-jannicke-mikkelsen-fyrsta-rumdarfara-ur-noregi-no
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Norðari Ringvegur 13, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.





