Advertisement
Á altjóða kvinnurættindadegnum bjóðar Gula smiðja tveimum lokalum ungum kvinnum á pall til almenna konsert, har bæði kyn eru vælkomin 😊 Tað vera tær báðar Simona Paula á Fríðriksmørk av Strondum og Anna Sabina á Torkilsheyggi av Toftum, sum trína á pall við egnum tilfari, saman við hvør sínum bólki av dugnaligum tónleikarum.Simona Paula hevur fyri stuttum givið út sína fyrstu plátu: “Spegil”. Hon hevur spælt gittara síðan hon var smágenta og hevur greitt frá at hon brúkar tónleik og sang til at seta orð á kenslur og koma sær gjøgnum trupul tíðarskeið í lívinum. Tekstirnir taka oftast støði í persónligum royndum og upplivingum og viðgera eisini truplar kenslur.
Anna Sabina hevur eisini skrivað sangir síðani hon var heilt ung. Hon og bólkur hennara hava eksperimenterað nógv við løgunum, og tí eru tey vorðin øgiliga fjølbroytt. Sangirnir byggja á hennara egnu upplivingar, tankar og lýsa heimin frá einum kvinnuligum sjónarhorni. Bólkurin hjá Annu Sabinu er mannaður av vinfólki og familju, sum hava líka stóran áhuga í tónleiki. Teimum dámar væl at spæla løg, sum fevna vítt í stíli og innihaldi - summi løg eru løtt og stuttlig og onnur innilig og álvarsom.
Vit gleða okkum til at uppliva hesar báðar fesku røddirnar í Gulu smiðju 8 marts. Í steðginum bjóða vit ein góðar drekkamunn við koppakøkum frá dreymakøkunum hjá Rannvá.
Atgongumerki á 150 kr fáast við dyrnar. Ung undir 18 sleppa ókeypis.
Økistónar hava stuðlað konsertini.
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Heiðavegur 46, 600 Saltangará, Faroe Islands, Heiðavegur 46, FO-600 Saltangará, Føroyar,Runavík, Tórshavn, Faroe Islands