Advertisement
Á Norðoyastevnu fyri júst 40 árum síðani sá fyrsta tónleikaútgavan hjá bólkinum Anfinn & Co, dagsins ljós. Kassetubandið, sum tá í tíðini varð oftast nýtt, bar heitið “Hví”.Við góðum tónleikarastuðlum úr bólkinum Hjarnar, gjørdust fleiri løg sannar landaplágur; “Vælkomin heim”, “Lítli Fuglur”, “Útsalg” osfr. osfr.
Síðani eru komnar hesar útgávur:
“TÍ” í 1992.
“Betur Seint enn álvara” í 1997
“Rótasúpan” í 2008
Í samband við 40-ára dagin, trína Anfinn & Co. á pall á Norðoyastevnu, tann 30. mai.
Manningin hetta kvøldið eru ikki heilt ókendir innan tónleikabransjuna. Teir eru nevnliga teir góðu gomlu garparnir, og vinmenninir úr Hjarnar – og tað skuldi borgað fyri einum rimmar Norðoyastevnu-kvøldi í Varpinum!
Dato: 30. mai
Klokkan: 21:00 - 23:00
Kostnaður: 250 kr.
Advertisement
Event Venue
Klaksvíksvegur 2, Klaksvík, Faroe Islands, Klaksvíksvegur 2, FO-700 Klaksvík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.






