Filmur: Blue Velvet

Tue, 02 Jun, 2026 at 07:00 pm UTC+01:00

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands | Tórshavn

L\u00f8ksh\u00f8ll
Publisher/HostLøkshøll
Filmur: Blue Velvet
Advertisement
BLUE VELVET
Í ár eru 40 ár liðin síðani meistaraverkið Blue Velvet hjá amerikanska leikstjóranum David Lynch sá dagsins ljós. Ein av høvuðsleikarunum í filminum, navnframa sjónleikarinnan og modellin Isabella Rossillini vitjar Løkshøll mikukvøldið 3. juni, og henda forkunnuga vitjan er tí eitt gylt høvi at fagna filminum, sum millum filmsfjepparar hevur eina sanna kult-støðu.
Umframt Isabellu Rossillini, hitta vit eisini høvuðsleikararnar Kyle MacLachlan, Dennis Hopper og Lauru Dern í filminum, sum hevur fingið sítt heiti eftir sanginum Blue Velvet frá 1951. Filmurin fylgir einum universitetsnæmingi, Jeffrey Beaumont, sum kemur aftur til heimbygdina í North Carolina eftir at pápi hansara hevur fingið eina heilabløðing og liggur á sjúkrahúsi. Á heimleiðini frá sjúkrahúsinum gongur Jeffrey gjøgnum eitt tómt grundstykkjaøki og finnur eitt avskorið menniskjaoyra. Jeffrey fer til løgregluna við oyranum og tað vísir seg, at oyrað onkursvegna hevur tilknýti til náttklubbasangarinnuna Doroty Vallens.
Leikritið til hendan neo-noir spenningsfilmin hevur David Lynch sjálvur skrivað. Fleiri av stóru amerikansku filmsframleiðarunum vístu í nógv ár leikritið frá sær orsakað av sterka kynsliga og harðliga innihaldinum. Tað var italski filmsframleiðarin Dino De Laurentiis, sum loksins játtaði at fíggja og framleiða filmin umvegis fyritøkuna De Laurentiis Entertainment Group.
Móttøkan av filminum var misjøvn, men filmurin vann virðislønir og David Lynch fekk sína aðru tilnevning til eina Oscar virðisløn sum besti leikstjóri. Filmurin hevur síðani fingið sanna kult-støðu. Og vit eru fegin at kunna bjóða møguleikan fram at síggja filmin á stóra løriftinum í Løkshøll týskvøldið 2. juni kl. 19.00. Vit byrja kvøldið við einari innleiðing frá føroyskum filmslistafólki.
Filmurin varir 2 tímar
Kostnaður kr. 100 (+10 kr avgjald)
Advertisement

Event Venue

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands, Lómsvegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Icon
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.

Ask AI if this event suits you:

More Events in Tórshavn

Eitt kv\u00f8ld vi\u00f0 Isabellu Rossillini
Wed, 03 Jun at 08:00 pm Eitt kvøld við Isabellu Rossillini

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

\u00d8ll s\u00f8gan um ADHD
Thu, 04 Jun at 12:30 pm Øll søgan um ADHD

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Mentanarn\u00e1ttin 2026
Fri, 05 Jun at 10:00 am Mentanarnáttin 2026

Vaglið, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Opi\u00f0 h\u00fas \u00ed KFUK mentunnarn\u00e1ttina 5.juni.
Fri, 05 Jun at 07:00 pm Opið hús í KFUK mentunnarnáttina 5.juni.

Varðagøta 9, Tórshavn, Faroe Islands

Country og Blues Festivalurin
Thu, 11 Jun at 05:00 pm Country og Blues Festivalurin

Á dungasandi 1, 380 Sørvágur, Faroe Islands

Guy Penrod in Thorshavn
Thu, 18 Jun at 07:00 pm Guy Penrod in Thorshavn

Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events