Eitt kvøld við Isabellu Rossillini

Wed Jun 03 2026 at 08:00 pm to 11:00 pm UTC+01:00

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands | Tórshavn

L\u00f8ksh\u00f8ll
Publisher/HostLøkshøll
Eitt kv\u00f8ld vi\u00f0 Isabellu Rossillini
Advertisement
Eitt kvøld við Isabellu Rossillini í Løkshøll mikukvøldið 3. juni
Isabella Rossellini er helst best kend sum modell og sjónleikari. Tíðarleysi vakurleikin gjørdi hana til andlitið hjá Lancôme øll 80ini, og hóast hon við aldrinum hevur verið minni at sæð sum modell, so er hon framvegis umbiðin, og 71 ára gomul var hon í 2023 millum elstu persónar, sum hava verið forsíðumyndin á Vogue. Sum sjónleikari er hon best kend fyri leiklutirnar í filmunum Blue Velvet, Death Becomes Her, Fearless og Conclave. Fyri síðstnevnda varð hon tilnevnd ein Oscar, Critics’ Choice, BAFTA, Golden Globe v.fl. sum 'Best Actress in a supporting role'.
Isabella er tó annað og meira enn glamour og reyður leypari. Hon hevur stóran alsk til náttúruna og djórini, serliga seyðin. Hon er knæbóndi á The MamaFarm, ið er ein lítil garður og gistingarhús á Long Island, sum hon rekur saman við dóttrini. Tær eru forsprákarar fyri vistfrøði og burðardygd og hava serligan áhuga í at varðveita fjølbroytni í seyðasløgum.
Hetta kvøldið fer Isabella at tosa um sína yrkisleið, um foreldrini, Ingrid Bergman og Roberto Rossellini, og um samstarvið við stór talentir sum David Lynch og Richard Avedon. Isabella hevur eina masterútbúgving í Ethology (djóraatferðarfrøði). Hon er serliga hugtikin av seyði, og júst føroyski seyðurin og ullin hava knýtt Isabellu til Føroya. Seyðurin og atferðarfrøðin verða eisini partur av framløguni og prátinum við Isabellu.
Tiltakið er býtt í tvey. Fyrri partur er framløgan hjá Isabellu Rossellini. Eftir steðgin sessast Heiðrikur á Heygum og Sissal Kristiansen á pallin saman við Isabellu. Tey práta við hana um films- og modellkarrieruna, og hvussu hon ikki ræðist at brúka sína rødd og orku at kempa fyri tí, sum hon heldur hevur týdning, og soleiðis gera mun í samfelagnum. Síðst, men ikki minst, fara vit at tosa um tilknýtið til Føroya, um The MamaFarm, og stóra áhugan fyri djórum – serliga heritage seyði og ull.
Vit bjóða te/kaffi og okkurt søtt í pausuni.
Tiltakið byrjar kl 20.00 og varir áleið tveir tímar.
GG. Prát og framløga verður á enskum.
Fyriskipari: The Wool Islands
Advertisement

Event Venue

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands, Lómsvegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Icon
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.

Ask AI if this event suits you:

More Events in Tórshavn

\u00d8ll s\u00f8gan um ADHD
Thu, 04 Jun at 12:30 pm Øll søgan um ADHD

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Mentanarn\u00e1ttin 2026
Fri, 05 Jun at 10:00 am Mentanarnáttin 2026

Vaglið, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Opi\u00f0 h\u00fas \u00ed KFUK mentunnarn\u00e1ttina 5.juni.
Fri, 05 Jun at 07:00 pm Opið hús í KFUK mentunnarnáttina 5.juni.

Varðagøta 9, Tórshavn, Faroe Islands

Country og Blues Festivalurin
Thu, 11 Jun at 05:00 pm Country og Blues Festivalurin

Á dungasandi 1, 380 Sørvágur, Faroe Islands

Guy Penrod in Thorshavn
Thu, 18 Jun at 07:00 pm Guy Penrod in Thorshavn

Faroe Islands

Lynda Randle in Hoyv\u00edk
Thu, 18 Jun at 08:00 pm Lynda Randle in Hoyvík

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events