Advertisement
MFS og Betri Banki skipa fyri einum kunnandi tiltaki í Føroyahúsinum, har tú fært góð ráð til at søkja starv, kunning um skattaviðurskifti í Danmark, góð ráð ísv. at seta búgv fyrstu ferð, umframt áhugaverda vitan um bústaðar- og arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Á skránni verður:
-Beinta Wilhelm, starvsfólkaleiðari í Betri Banka, gevur tær góð ráð til at skriva CV og umsókn til at søkja starv. Harumframt gevur hon tær íblástur og amboð til, hvussu tú kanst finna teg til rættis á arbeiðsmarknaðinum í einum starvi ella lestrarstarvi, sum tú trívist í.
-Bjørg Svartá og Ingrid Jensen frá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, greiða frá um skattaviðurskifti, og hvussu tú skalt gera skattin upp í Danmark, tá tú hevur eitt lestrarstarv.
-Hanna Castro, ráðgevi í Betri Banka, gevur góð ráð til, hvussu tú røkkur dreyminum um at ogna tær tín fyrsta bústað, og hava eina góða fíggjarstøðu í lestrartíðini.
-Høgni Waag, ognarmeklari hjá Betri Heimi, greiðir frá um bústaðarmarknaðurin í Føroyum, og gevur góð ráð til tín, sum skalt seta búgv fyri fyrstu ferð.
-Niels Winther, stjóri Vinnuhúsinum, greiðir frá arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.
Eftir tiltakið bjóðar Betri Banki ábit.
Øll sum luttaka fáa ein goodiebag, og eru eisini við í lutakastinum um eitt gávukort á 2.000 krónur frá Atlantic Airways.
Tiltakið verður hósdagin, 19. marts 2026, kl. 18:00 í Føroyahúsinum.
Tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað pláss og tí er neyðugt at melda seg til.
Tilmelding: https://www.betri.fo/fo/banki/tiltok/tiltak-i-kbh
Advertisement
Event Venue
Vesterbrogade 17A, 1620 København V, Danmark, Vesterbrogade 17A, 1620 København V, Danmark, Copenhagen , Denmark
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.











