Advertisement
Frí 5.9 kl 21 spæla Tunghoyrt Unplugged í Sirkus.Tunghoyrt fara at framføra uttan elektriskar styrkjarar og vísa aðrar styrkir í teirra løgum. Kvøldið bjóðar uppá eina meira eyðmjúka síðu av rokkbólkinum, sum annars er kendur fyri at levera harðar og eksplosivar framførslur.
Íblásturin kemur frá MTV Unplugged konseptinum, sum var á MTV sjónvarpsrásini í 90unum. Tað verður hugnað um í Sirkus, og huglagið verður hálað fleiri áratíggju aftur í tíðina til, tá tónleikur mest sum bara kundi framleiðast og framførast livandi og rátt.
Keyp atgongumerki fyri 100 kr (+10kr avgreiðslugjald) á:
https://www.atgongumerki.fo/3423389/tunghoyrt-unplugged
Gev gætur, at konsertin verður tikin upp.
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Sirkus Föroyar, Gríms Kambans gøta 2, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets