Advertisement
🐮 Hugnaligt barnatiltak til frama fyri Barnabata 🐮Raska bjóðar til eitt hugnaligt og ókeypis barnatiltak á MBM leygardagin 6. september og tú ert vælkomin!
⏰ Kl: 14:00 - Rógvi kemur at gykla og undirhalda við sínum stuttligu gandakynstrum. 🤹♂️
⏰ Kl. 14:30 - Raska og Vinir
Raska hevur bjóðað sínum góðu vinum við, so tú kanst heilsa uppá og dansa saman við:
Røsku, Atlasi, Odda, Nósa, Leiku & Leika, Silva, Sjógvan, Bassa og Betri vinir bamsuni
🥳🥳🥳🥳
🥳Hettar verður á skránni:🥳
• Vit bjóða smakkiroyndir
• Popkorn, hoppiborgir og ballónir
• Stjórin grillar pylsur
• Drekkamunnur og køkur
• Mist til børnini
• Verkstaðið hjá Búrøkt verður opið, har tit fáa høvið at síggja traktorar, trukkar, maskinur o.a
• Andlitsmáling
• Raska og vinir fara at dansa saman við børnunum, eisini hava tey eina stop dans kapping
• Høvið verður at taka myndir saman við Røsku og vinunum
🏰🍿🎈🚜🎨🌭📷
Tiltakið er ókeypis, og saman fara vit eisini at handa Barnabata eina peningagávu til frama fyri teirra góða arbeiði.
Kom við og njót ein hugnaligan dag saman við Røsku og vinunum!
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Vegurin Langi 31, 188 Hoyvík, Faroe Islands, Vegurin Langi 31, FO-188 Hoyvík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands