Teitur & Girls in Airports

Sat, 13 Sep, 2025 at 07:30 pm UTC+01:00

Gummaldagøta 2, 370 Miðvágur, Faroe Islands | Tórshavn

Listastovan
Publisher/HostListastovan
Teitur & Girls in Airports
Advertisement
//English below//
“Spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.” Soleiðis ljóðar rómurin um forkunnugu 'Kvæði' plátuna, sum Teitur og danski indie-jazz bólkurin Girls in Airports góvu út í november í fjør - og sum verður framførd í Føroyum fyri fyrstu ferð nú í september
Á plátuni hava Teitur og Girls in Airports endurtulkað føroyskan fólkatónleik; rím, skjaldur og kvæði, og borið hann fram í einum jazzutum, elektroniskum og indie-kendum hami.
Samstarvið varð skotið í gongd í 2022, tá Teitur og Girls in Airports settu sær fyri at gera nýggjan tónleik og spæla konsertir saman. Hetta útviklaði seg skjótt til plátuna 'Kvæði'. Hugsanin handan verkætlanina er at seta føroyska sangarvin í nýtt ljós og bjóða dagsins ættarliði atgongd til hann uppá aðrar mátar, enn vit fyrr hava upplivað.
Gaffa.dk gevur plátuni sera góð skoðbrá og sigur m.a við 5 av 6 stjørnum:
“... úrslitið er imponerandi. Tónleikurin er sera óvanligur. Vigar meistaraliga millum melodiska sangarvin, fjølbroyttan vokaljazz, nútímans elektro-akustiskan tónleik og tað meira óskilgreinaða indie-elementið, sum bæði Teitur og Girls in Airports meistra.
(...)
Teitur og Girls in Airports duga at endurnýggja tey gomlu løgini og leiða tey á aðrar, spennandi kósir, sum – eftir mínari meining – letur heimsins hurðar upp aftur. Fløgan er spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.”
Fleiri konsertir hava higartil verið í Danmark og hava verið afturat í summar, og nú koma tey til Føroyar.
Girls in Airports eru Martin Stender á saxofon, Mathias Holm á tangentar, Victor Dybbroe á slagverk og Oliver Laumann á trummur.
Konsertferðin í Føroyum er stuðla av Dans-Færøsk kulturfond og Økistónum.
LEINKJUR:
'Ólavur Riddararós' live video:

'Angankári' video:

'Krabbasker' video:

Teitur og 'Kvæði' í sendingini Leitisstein: https://kvf.fo/ljod/sending/leitisstein?sid=188282
https://teitur.com/
https://www.instagram.com/teiturlassen/
https://girlsinairports.com/
https://www.instagram.com/girlsinairports/
“Exciting. Groundbreaking. Challenging.” That’s how the praise sounds for the remarkable album Kvæði, released in November last year by Teitur and the Danish indie-jazz band Girls in Airports – and which will now be performed in the Faroe Islands for the first time this September.
On the album, Teitur and Girls in Airports reinterpret Faroese folk music – rhymes, chants, and ballads – presenting it in a jazzy, electronic, and indie-influenced form.
The collaboration began in 2022, when Teitur and Girls in Airports set out to create new music and perform concerts together. This quickly developed into the album Kvæði. The idea behind the project is to shed new light on the Faroese ballad tradition and give today’s generation access to it in different ways than we have previously experienced.
Gaffa.dk gives the album excellent reviews, awarding it 5 out of 6 stars and writing, among other things:
“... the result is impressive. The music is highly unusual. It moves masterfully between melodic ballad tradition, diverse vocal jazz, modern electro-acoustic music, and the more undefinable indie element, which both Teitur and Girls in Airports master.
(...)
Teitur and Girls in Airports succeed in renewing the old songs and guiding them onto other, exciting paths which – in my opinion – open the world’s doors once more. The album is exciting. Groundbreaking. Challenging.”
Several concerts have already been held in Denmark, with more added this summer, and now they are coming to the Faroe Islands.
Girls in Airports are Martin Stender on saxophone, Mathias Holm on keyboards, Victor Dybbroe on percussion, and Oliver Laumann on drums.
The Faroese tour is supported by the Danish-Faroese Cultural Fund and Økistónar
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Gummaldagøta 2, 370 Miðvágur, Faroe Islands, Gummaldagøta 2, FO-370 Miðvágur, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Sharing is Caring:

More Events in Tórshavn

Teitur & Girls in Airports 'Kv\u00e6\u00f0i\u2019 konsert
Fri, 12 Sep at 07:30 pm Teitur & Girls in Airports 'Kvæði’ konsert

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

\u00cdSLAND, SUM TA\u00d0 ER  -  Nor\u00f0urlandah\u00fasi\u00f0
Sat, 13 Sep at 02:00 pm ÍSLAND, SUM TAÐ ER - Norðurlandahúsið

Norðurlandahúsið í Føroyum

50 \u00e1ra veitsla
Sat, 13 Sep at 07:00 pm 50 ára veitsla

Mentanarhúsið Varpið

S\u00f8gugonga \u00ed Oyndarfir\u00f0i
Sat, 13 Sep at 07:00 pm Søgugonga í Oyndarfirði

Oyndarfjørður

Ari Eldj\u00e1rn stand-up skemtis\u00fdning \ud83c\uddee\ud83c\uddf8
Sat, 13 Sep at 08:00 pm Ari Eldjárn stand-up skemtisýning 🇮🇸

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

K\u00e6rlighedens gerninger (Jesper R\u00f8nde Danmark 2025 124 min)
Wed, 17 Sep at 08:00 pm Kærlighedens gerninger (Jesper Rønde Danmark 2025 124 min)

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

Oyggjarenning 2025
Sat, 20 Sep at 09:00 am Oyggjarenning 2025

Klaksvík, Faroe Islands

V\u00edgsla hj\u00e1 Gunnri\u00f0 & Eilif \u2661
Sat, 20 Sep at 01:00 pm Vígsla hjá Gunnrið & Eilif ♡

Karvatoftir 8, FO-530 Fuglafjørður, Føroyar

Fundraising Manager | \u00datb\u00fagving \u00ed 3 modulum
Tue, 23 Sep at 09:00 am Fundraising Manager | Útbúgving í 3 modulum

Karlamagnusarbreyt 1, 188 Hoyvík, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events