Fundraising Manager | Útbúgving í 3 modulum

Tue, 23 Sep, 2025 at 09:00 am UTC+01:00

Karlamagnusarbreyt 1, 188 Hoyvík, Faroe Islands | Tórshavn

Synergi.fo
Publisher/HostSynergi.fo
Fundraising Manager | \u00datb\u00fagving \u00ed 3 modulum
Advertisement

👉👉tekna teg áðrenn 18. juni kl 12.00 og spar 1000 kr. 🫰💰
🎓Ein útbúgving í 3 modulum um praktiska og strategiska fundraising
💡Hevur tú eina góða verkætlan? Manglar tær fígging?
📍Hvar og hvussu kanst tú søkja um stuðul?
Sum fundraiser eru altíð nýggir møguleikar og avbjóðingar at søkja um stuðul úr grunnum og puljum.

Kom við og lær eina rúgvu, sum tú kanst brúka beinanvegin!
Marknaðurin broytist støðugt og kappingin um at fáa stuðul úr teimum ymisku grunnunum er størri enn nakrantíð, tí fleiri og fleiri umsøkjarar eru. Tí er tað alneyðugt hjá teimum, ið standa fyri at søkja, at tilogna sær bæði nýggja vitan og førleikar, um mann skal gera sær nakra vón um at vera við í stóru kappingini.
Fundraising Manager-skeiðið er ment við tí fyri eyga at skapa fleiri og betri fundraisarar við røttum fortreytum og førleikum at fáa uttanhýsis stuðul frá m.a. grunnum og ymiskum puljum.

Lær alt um fundraising
Á teimum 3 modulunum lærir tú alt um fundraising – frá praktiska arbeiðinum við umsøknunum til at menna fundraising-strategiir – við støði í tíni egnu verkætlan ella strategi.

🎯Endamál
Endamálið við hesi styttri útbúgving í 3 modulum er, at tú ikki bert fært prógv fyri tínar førleikar, men eisini eina greiða fatan av, hvussu ein umsókn, sum er verd at stuðla, skal síggja út og hvat ein foundraising stategi skal innhalda. Undirvísingin byggir á nýggjastu vitan um fundraising. Tú fært undirvísing frá royndum fundraisarum, harumframt verða eisini framløgur frá fremstu fakfólkum og serfrøðingum innan økið. Fundraising Manager útbúgvingin sameinir praktiskar førleikar við teoretiskari vitan á høgum fakligum støði. Tað tryggjar tær ein dagførdan amboðskassa.

👉👉Útbúgvingin gav mær amboðini at søkja grunnar, sum endaði við eini
👍6-siffraðari játtan frá Spar Nord Fonden
💬Charlotte Thyberg, Stifter, Det Kærlige Måltid

2 høvuðsundirvísarar og 3 gestaundirvísarar
Dennis Hørmann og Rasmus Munch eru báðir fastir undirvísarar á skeiðinum. Umframt teir báðar, verða 3 gestaundirvísarar við (on-line).
Teir eru báðir útbúnir cand.merc. og hava arbeitt við verkætlanarleiðslu, altjóða sølu, marknaðarføring v.m. síðani 2005, og hava síðani 2010 verið partnarar í ráðgevarafyritøkuni Fundraiseren.dk og í fyritøkuni Fonde.dk P/S, sum er størsta stuðulssíða í Danmark.
Teir eru høvundar av bestseljaranum Håndbog i fundraising. Hetta gevur teimum eina serliga innlit og vitan um stuðulsøkið.

👉👉Fundraiseren hevur í 15 ár veitt ráðgeving innan verkætlanarmenning og stuðulsfígging 💰 og fingið meira enn 650 milliónir kr. til verkætlanir
Síðani 2010 hevur Fundraiseren fingið meira enn 650 mió. kr. til verkætlanir, býttar á meira enn 700 játtanir. Fyritøkan hevur undirvíst meira enn 13.000 luttakarum í fundraising og útbúgvið yvir 250 Fundraising Managers seinastu 8 árini, so tú ert í tryggum hondum.
💵Ein góð íløga – kom við!
Rætta stuðulsumsókin kann geva sera stórar upphæddir í stuðli til tína verkætlan!
Ein sera hent útbúgving hjá øllum sum skulu søkja um stuðul úr einum grunni, pulju ella líknandi
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Karlamagnusarbreyt 1, 188 Hoyvík, Faroe Islands, Karlamagnusarbreyt 1, FO-188 Hoyvík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Sharing is Caring:

More Events in Tórshavn

STROYMDUR FYRILESTUR: Stimbra t\u00edtt tarmmikrobiom og halt teg fr\u00edskan
Tue, 23 Sep at 06:00 pm STROYMDUR FYRILESTUR: Stimbra títt tarmmikrobiom og halt teg frískan

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Far v\u00e6l vi\u00f0 tarmunum og f\u00e1 g\u00f3\u00f0a heilsu
Tue, 23 Sep at 06:00 pm Far væl við tarmunum og fá góða heilsu

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Filmur: Vermiglio
Tue, 23 Sep at 07:00 pm Filmur: Vermiglio

Løkshøll

Vermiglio (Maura Delpero, Italia 2025 119 min)
Wed, 24 Sep at 08:00 pm Vermiglio (Maura Delpero, Italia 2025 119 min)

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

V\u00edsindav\u00f8ka - Researchers' Night
Fri, 26 Sep at 08:30 am Vísindavøka - Researchers' Night

Sjóvinnuhúsið

Kl\u00e6dnamarkna\u00f0ur \u00ed Perluni
Sat, 27 Sep at 11:00 am Klædnamarknaður í Perluni

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events