Oyggjarenning 2025

Sat, 20 Sep, 2025 at 09:00 am UTC+01:00

Klaksvík, Faroe Islands | Tórshavn

Oyggjarenning 2025
Advertisement

Minnast tit wellu Kalsoyar Renningarnar? Treysti fer nú at skipa fyri eini nýggjari renning, ið vit hava valt at kalla “Oyggjarenning”.
Hesa ferð verður runnið frá Hotel Norð á Viðareiði til Guttabreyt í Klaksvík. Teinurin er á leið 19,5 km. Um hetta er ov langt, ber eisini til at renna ella ganga styttri. Vissi onkur ynskir ein enn longri tein, ber til at renna oman til Árnafjarðar og / ella til Haraldssund, og soleiðis økja um longdina. Eins og við Kalsoyar Renningunum, so er talan ikki um rennikapping, men ein hugnaligan renni- ella gongutúr. Tá komið er á mál við Guttabreyt, er møguligt hjá luttakarum at fara í brúsu í Badmintonhøllini, og síðani verður boðið til eina góða suppu, umframt kaku og kaffi / the omaná. Øll eru vælkomin at luttaka. Børn tó bert í fylgi við onkrum vaksnum, ið hevur ábyrgd av viðkomandi.
Nærri kunning:
Oyggjarenningin verður leygardagin 20. septembur. Møtt verður við Badmintonhøllina kl 9, har luttakarir kunnu leggja tasku við skiftiklæðum inn í skiftingarrúmini. Av tí at runnið verður á landsvegi og gjøgnum tunnlar, er tað sera týdningarmikið fyri trygdina, at allir luttakarir eru í endurskinsvesti.
Bussurin koyrir frá Badmintonhøllini stundisliga kl 9.30. Koyrt verður til Hotel Norð á Viðareiði, har renningin byrjar á leið kl 10. Tey, ið ynskja at renna ella ganga ein styttri tein, kunnu t.d. fara úr bussinum í Hvannasundi, ella aðra staðni. Runnið verður eftir gamla Viðareiðis vegnum (tvs ikki gjøgnum tunnilin).
Luttakarir kunnu síðani renna móti Fossánesi, og steðga á við Fossábúðina, har ein vatnpostur er, áðrenn farið verður víðari gjøgnum tunnlarnar Norður um Fjall.
Týdningarmikið er at øll eru komin á mál í seinasta lagi kl 13, tá borðreitt verður í hølunum hjá Treysti við Guttabreyt.
Tilmelding:
Neyðugt er við tilmelding, ið er inni á heimasíðuni hjá FÍF: https://treysti.atgongumerki.fo/webshop/event/3422599/order/info
Kostnaðurin er 250 kr pr luttakara.
Seinasta freist at melda til er mánakvøldið 15. septembur kl 23.59.
Tíðarætlan:
Kl 9.00: Luttakarir møta við Badmintontøllina, og kunnu leggja taskuna inn í skiftingarrúmini. Minnist til endurskinsvestarnar!
Kl 9.30: Bussurin koyrir við luttakarunum stundisliga. Koyrt verður til Hotel Norð á
Viðareiði.
Kl 10.00: Oyggjarenningin byrjar.
Kl 12-13: Komin á mál, kunnu luttakarir fara í brúsu í Badmintonhøllini.
Kl 13.00: Borðreitt verður í hølunum hjá Treysti við Guttabreyt.
Matskrá: Leskilig suppa, umframt kaka og kaffi / the omaná.
Treysti vónar at luttøkan verður góð!
Um spurningar eru, eru tit vælkomin at venda tykkum til nevndina.
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Klaksvík, Faroe Islands, Klaksvík, Tórshavn, Faroe Islands

Sharing is Caring:

More Events in Tórshavn

V\u00edgsla hj\u00e1 Gunnri\u00f0 & Eilif \u2661
Sat, 20 Sep at 01:00 pm Vígsla hjá Gunnrið & Eilif ♡

Karvatoftir 8, FO-530 Fuglafjørður, Føroyar

Fundraising Manager | \u00datb\u00fagving \u00ed 3 modulum
Tue, 23 Sep at 09:00 am Fundraising Manager | Útbúgving í 3 modulum

Karlamagnusarbreyt 1, 188 Hoyvík, Faroe Islands

STROYMDUR FYRILESTUR: Stimbra t\u00edtt tarmmikrobiom og halt teg fr\u00edskan
Tue, 23 Sep at 06:00 pm STROYMDUR FYRILESTUR: Stimbra títt tarmmikrobiom og halt teg frískan

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Far v\u00e6l vi\u00f0 tarmunum og f\u00e1 g\u00f3\u00f0a heilsu
Tue, 23 Sep at 06:00 pm Far væl við tarmunum og fá góða heilsu

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Filmur: Vermiglio
Tue, 23 Sep at 07:00 pm Filmur: Vermiglio

Løkshøll

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events