Advertisement
Kom og lær tær snildu funkurnar í Outlook👉Brúkar tú dagliga Outlook?
👉Kennist tað sum um tað eru 1000 ár síðani, at tú hevur verið á skeið í Outlook
👉Hevur Outlook fingið nýtt snið og nýggjar funkur, sum tú als ikki dugur?
👉Veitst tú, at hesar nýggju funkurnar eru faktiskt sera snildar og kunnu gera arbeiði hjá tær nógv lættari og stuttligari?
👉Fært tú barasta ikki tikið teg saman at læra tað?
Uppá bert ½ dag…
… kanst tú læra eina røð av snildum funkum, sum gera dagligdagin hjá tær lættari – og stuttligari. Onkrar av teimum kennir tú kanska, men eg lovi tær, at nógvar (ordiliga góðar) hevur tú ongantíð hoyrt um ella sæð. Hóast tær slett ikki royna at fjala seg uppá nakran máta.
Einki er so irriterandi og frustrerandi sum at vita, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá, sum tú bara ikki dugur.
Tú fert heilt sikkurt at verða ordiliga glað/ur um fleiri av funkunum og hugsa:
“Arghhh….Hví havi eg ikki langt síðani lært meg hasa funkuna?”
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Karlamagnusarbreyt 1, 188 Hoyvík, Faroe Islands, Karlamagnusarbreyt 1, FO-188 Hoyvík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.





