Advertisement
‼️Tilmeldingin til sangskeiðið, sum verður 11.-14. februar í Nesvík (í vetrarferiuni), letur upp fríggjadagin 19. desember kl. 18.00. 🥳🎶😀Dámar tær væl at syngja? So er hetta nakað fyri teg. Sangskeiðið er sprutlandi fult av góðum rytmiskum kórsangi. Byrjað verður mikukvøld og so venja vit fleiri góðar kórsangir saman – og enda við eini konsert í stásiligu høllini í Nesvík leygarkvøld.
Mong minnast væl aftur á sangskeiðini, sum vóru á hvørjum árið – men nú eru fleiri ár síðan seinast. So vit gleða okkum til at birta nýtt lív í rytmiska kórsangin aftur.
Kórleiðari er Katrin á Borg, sum hevur nógvar royndir við kórleiðslu og er vælkend á tónleikapallinum í Føroyum.
Kostnaður fyri sangskeiðið er:
- 895 kr íroknað gisting
- 695 kr um tú ikki gistir í Nesvík
- 295 kr fyri børn 1.-7. flokk
- 95 kr fyri børn undir skúlaaldur
Tilmelding letur upp fríggjadagin 19. desember kl. 18.00 á https://mission.atgongumerki.fo/?eventId=3554631
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Nesvík 8, FO-437 Nesvík, Faroe Islands, Nesvík 8, FO-437 Sunda, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.






