Advertisement
SKEIÐ UM SKÍGGJANÝTSLU HJÁ BØRNUM OG UNGUM VIÐ DIAGNOSUM EITT NÚ ADHD OG AUTISMU24. feburar 2025 verður áhugavert skeið við granskaranum og sálarfrøðinginum Aidu Bikic um skíggjanýtslu hjá børnum/ungum við diagnosum eitt nú ADHD og Autismu.
Børn og ung brúka nógva tíð á skíggjum, og hjá børnum við diagnosum er skíggjatíðin ofta sera stór, millum 60 og 80 tímar um vikuna. Sambært serfrøðingum elva mongu tímarnir framman fyri skíggja til mistrivna. Fægstu fakpersónar vita, hvussu teir skulu handfara spurningin um skíggjatíð, serliga tí børn/ung ofta tykjast slappa av og gerast rólig við skíggjunum. Telduspøl og sosialir miðlar geva ADHD heilanum tað dopaminið, honum leingist eftir, men talan er um stutttíðar vælnøgd, ið kann elva til fleiri súmptom, bundinskap og negativar atferðarbroytingar.
Á skeiðnum fært tú amboð, so tú kanst hjálpa familjum og øðrum fakpersónum við at minka um skíggjatíðina og økja trivnaðin.
Harumframt fært tú vitan um:
• hví skíggjanýtslan ofta tekur yvir hjá útsettum børnum ella børnum við diagnosunum ADHD og Autismu
• hvørt ov nógv skíggjatíð kann gera Autismu og ADHD súmptomini verri
• nær skíggjatíð ávirkar sálarligu heilsuna negativt
• hvat hendir, tá ið man minkar um skíggjatíðina hjá børnum við hesum diagnosum
• hvørt skíggin kann nýtast sum frírúm, ella hann ger súmptomini verri?
• hvussu man, sum fakpersónur spyr inn til skíggjatíð, og hvat vitanin kann brúkast til.
Hvør er Aida Bikic?
Aida er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur eina ph.d um, hvussu telduvenjing ávirkar børn við ADHD. Aida granskar á Syddansk Universitet og í Barna- og ungdómspsykiatriini í Suðurjyllandi, og hon stendur á odda fyri fleiri kanningum, ið kanna, hvussu skíggjatíð ávirkar børn/ung kensluliga og kognitivt. Les meiri um Aidu her: www.aidabikic.dk
Hvar: Smæran
Hvat: Skeið, umframt døgurða og kaffi og okkurt søtt undir góman
Nær: 24. februar 2025 frá 9:00 til 16:00
Hvør: Skeiðið er serliga ætlað persónum, ið arbeiða við børnum/ungum við diagnosum, lærarum, námsfrøðingum, sálarfrøðingum, sosialráðgevum v.m. men onnur áhugað eitt nú foreldur kunnu eisini tekna seg
Hvussu: Tú teknar teg við at senda ein teldupost til [email protected] ella ringja til Gitte Klein á 730730
Prísur: 2350 kr. (10% avsláttur, um fleiri enn fimm tekna seg)
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Smæran, J. H. Schrøters gøta 7, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands