Advertisement
The Outrun við serligari framløgu frá Amy LiptrotLat Amy Liptrot og bylgjurnar úr The Outrun føra teg á eina ógloymandi ferð við Filmsfelagnum, Forlagnum Eksil og nýggja føroyska Bókmentafestivalinum, sum er frá 26. februar til 1. mars, har tú kanst hitta og hoyra høvundan innleiða sýningina.
The Outrun byggir á heimskendu skaldsøguna hjá skotska høvundanum Amy Liptrot. Søgan fer fram í Orknoyggjum, og er ein ferð til grøðandi máttin í náttúruni og havinum.
Við stórsligna landslagnum í Orknoyggjum sum bakgrund, sigur The Outrun søguna um, hvussu Liptrot eftir stríð við rúsdrekka flytir til London, og vendir aftur til heimstaðin. Herfrá fangar filmurin vøkru náttúruna og transformativu leiðina, at finna sambandið við náttúruna og seg sjálva aftur.
Vit eru ovurfegin at kunna kunngera, at Amy Liptrot sjálv fer at innleiða sýningina og deila persónligar upplivingar og hugleiða um tilgongdina um edrúskap, ið hevur ført til hesa metsølubók, sum nú eisini er gjørd til film.
Leikstjórin, Nora Fingscheidt, hevur fyrr gjørt filmin Systemsprenger (2019), sum Filmsfelagið eisini hevur sýnt.
The Outrun verður sýndur í originalari enskari versión, uttan undirtekst.
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands