Advertisement
Ein lívsjáttandi dansisýning um sorg(English Description Below👇)
Sýningin Whiteout fer heilt inn til hesar viðkvomu kenslurnar, sára saknin, ræðuligu tankarnar og alt tað, vit ikki tora at tosa um aftaná eitt sjálvmorð.
Stendur mann mitt í einum arktiskum rokkava, har alt er hvítt - har himmal og jørð eru huld - kann ein fáa kensluna av at vera vilstur, ella at hava mist bæði mál og mið. Hendan sama kenslan kann eisini vera í sorgini aftaná eitt sjálvmorð. Kenslan av máli og miði hvørvur.
Aftaná ein slíkan arktiskan rokkava, sum hevur noytt teg til sjálvrannsakan, mást tú út aftur í lívið, sum nú er broytt, og finna fótafestið av nýggjum – har finna vit hvørt annað og knýta nýggj bond.
Whiteout varpar ljós á eitt sera viðkvæmt evni, sum vit øll eiga at viðurkenna og ikki vera bangin fyri at tosa um. Samstundis vísir sýningin alt tað góða, tað meira lívsjáttandi, ið tey, ið eftir sita, siga frá: at tey ofta síggja størri virði í relatiónum, í felagsskapinum og størri takksemi fyri at hava átt og kent.
Sorgin og saknurin verður kropsligur í Whiteout, men eisini vónin, styrkin og trúgvin á eina meining og megi í lívinum.
Sarah Aviaja Hammeken, listarligur leiðari í Aviaja Dance Company, hevur staðið fyri sýningini, og tónleikin hevur Gerth Lyberth skrivað.
Á palli eru Elias Khanamidi, Eydís Rose Vilmundardóttir, Márton Debreczenyi, Amanda Rubio Sanchez, sum eisini er hjálparkoreografur, umframt Sarah Aviaja Hammeken sjálv.
Parnuuna Thornwood hevur gjørt búnarnar, og pallmyndin er gjørd í samstarvi við Brian Cord’homme, sum er ljósmaður.
Leikritið er skrivað í samstarvi við Siri Paulsen, sum hevur staðið fyri kanningararbeiðinum og at innsavna persónligar søgur.
Kostnaður: Kr. 145/75
www.nlh.fo/?event=11171/whiteout-gl
------
👇👇
WHITEOUT (GL)
A dance performance about loss
If you find yourself in an Arctic whiteout—a natural phenomenon where snow swirls down, up, and around, blending sky and earth into a seamless white — you might experience the same sensation as when you are in grief: any sense of direction disappears.
The performance Whiteout delves into the painful longing, unbearable thoughts, shame, and taboos surrounding suicide.
On the other side of a whiteout, which demands introspection, one is repositioned in the world anew—we find each other and connect across divides.
Whiteout casts an important spotlight on a topic we, as outsiders, must not shy away from. At the same time, the performance addresses the life-affirming aspects that survivors often speak of: the ability to reflect on the value of relationships and communities, and, above all, the gratitude for having known someone.
In Whiteout, grief and longing are embodied, but so are hope, strength, and faith in the power and meaning of life.
The performance is created by Sarah Aviaja Hammeken, artistic director of Aviaja Dance Company, with music composed by Gerth Lyberth. On stage are Elias Khanamidi, Eydís Rose Vilmundardóttir, Márton Debreczenyi, Amanda Rubio Sanchez—who also serves as assistant choreographer—and Sarah Aviaja Hammeken herself. The costumes are designed by Parnuuna Thornwood, while the scenography is developed in collaboration with lighting designer Brian Cord’homme. The dramaturgy is crafted in collaboration with Sirí Paulsen, who contributes research and the collection of personal experiences.
Price: Kr. 145/75
www.nlh.fo/en?event=11171/whiteout-gl
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Norðari Ringvegur 13, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands
Tickets