Sandoy hálvmarathon 2026

Sat, 23 May, 2026 at 12:00 pm UTC+01:00

Søltuvíkarvegur, FO-210 Sandur, Føroyar | Tórshavn

Sandoy H\u00e1lvmarathon
Publisher/HostSandoy Hálvmarathon
Sandoy h\u00e1lvmarathon 2026
Advertisement
23. mai 2026, á hvítusunnu, skipa ALT Events og B71, við nýstovnaða rennifelagið ”Tindar” afturat sær, fyri Sandoy hálvmarathon fyri aðru ferð.
Valdu teinar til hálvmarathon í fjør gjørdi sær dælt av vakra umhvørvinum og serstaka upplivilsinum tað er at renna ella ganga her suðuri og fekk eisini góð skoðsmál eftir dýrdardagin sum var.
Eftir lokið tiltak, var beinanvegin farið undir at eftirmeta og fyriskipa hálvmarathon komandi ár og talan verður aftur um 3 teinar, men við teimum tillagingunum, sum rátt var til. Av tí sama so vænta vit at komandi tiltak verður uppaftur betri vitjað enn tað farna og at undirtøkan fer bara at vaksa.
Upprunatankin við hálvmarathon í Sandoynni er bæði at fyriskipa eitt gott, sunt og stuttligt renni- og gangitilboð á somu leiðum sum sandoyingar og gestir javnan vitja, men eisini at tryggja eina bíliga uppliving fyri øll, uttan mun til um man meldar seg til at renna/ganga á fyriskipaðu teinunum ella um man velur at vitja tiltakið, kopla úr og hugna sær við vinum, kenningum, familju og øðrum í felagsskapi.
Har er økið á Mørkini, miðskeiðis í bygdini, serstakliga væl egnað til ein barna- og familjuhugnadag uttan líka. Sandoy hálvmarathon er sostatt meir enn bert eitt rørslutiltak - tað er okkara samverudagur.
Eins og í ár verða tað hoppiborgir, ábit, tónleikur, og nógv annað.
Hesaferð er eisini møguleiki at keypa blusur við okkara búmerki á.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum øllum til ein hugnaligan og stuttligan hálvmarathon dag komandi ár í einastandandi flottum og søguríkum umstøðum.
TILMELDING (SIGN UP):
https://atgongumerki.fo/3539883/sandoy-halvmarathon-2026
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Søltuvíkarvegur, FO-210 Sandur, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Icon
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.

Ask AI if this event suits you:

More Events in Tórshavn

Country og Blues Festivalurin
Thu, 11 Jun at 05:00 pm Country og Blues Festivalurin

Á dungasandi 1, 380 Sørvágur, Faroe Islands

Gaither konsertir vi\u00f0 Lyndu Randle og Guy Penrod
Thu, 18 Jun at 06:00 pm Gaither konsertir við Lyndu Randle og Guy Penrod

Skálafjarðarvegur 26, 485 Skálafjørður, Faroe Islands

Guy Penrod in Thorshavn
Thu, 18 Jun at 07:00 pm Guy Penrod in Thorshavn

Faroe Islands

Guy Penrod in Thorshavn
Fri, 19 Jun at 07:00 pm Guy Penrod in Thorshavn

Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events