Søgugonga í Oyndarfirði

Sat, 13 Sep, 2025 at 07:00 pm UTC+01:00

Oyndarfjørður | Tórshavn

S\u00f8gufr\u00f8i
Publisher/HostSøgufrøi
S\u00f8gugonga \u00ed Oyndarfir\u00f0i
Advertisement
Søgugonga í Oyndarfirði
Leygarkvøldið 13. september verður hugnaliga bygdin Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna, sum hevur til endamáls at kveikja hugin at lurta eftir søgum og menna kynstrið at siga frá søgum. Tíggju kvinnur og menn fara at siga frá søgum í seks ymiskum støðum, og fyri at hoyra tær ymisku søgurnar verður gingið hús úr húsi.
Byrjað verður í aldargomlu vøkru trækirkjuni við stuttari frásøgn og felagssangi. Síðani byrjar sjálv søgugongan til Kinnahúsini, Víkhúsini, Ansastovu, Húsini á Breyt og gamla skúlan. Tey, ið fara at siga frá hesaferð eru Durita Holm, Katrin Petersen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Randi Meitil, Rani Nolsøe, Tummas M. Jacobsen, hjúnini Oddbjørg og Niclas Joensen og dóttirin Vígdis T. Klein (Víkhúsini) og vit enda Søgugonguna eins og vit byrja; í kirkjuni, har Ólavur Jakobsen, tónleikari fer at siga frá um J.C. Svabo við orðum og tónum. Síðani fara vit upp á gólv í bygdasalinum, og tað er ungi lokali kvøðarin, Kristian Jacobsen, ið skipar dansin. Í bygdasalinum í skúlanum verða skrá, 'gongukort' og armband útflýggjað, og frá kl. 17.30 og til tiltakið endar á midnátt ber eisini til at keypa mat og drekka har.
Lagt verður upp til eitt hugnaligt kvøld við góðum søgum, heimligum stovum, túnatosi, skemti, sangi og føroyskum dansi.
Kostnaðurin er 295 kr (+10 kr í avgjaldi) Avmarkað atgongd er fyri at tryggja, at pláss er fyri øllum at koma inn at lurta.
Endaliga skráin fyri kvøldið verður kunngjørd á facebook vangamyndini "Søgufrøi".
Søgufrøi-verkætlanin er stuðlað av Runavíkar kommunu, Mentanargrunni Landsins og Almanna og Mentamálaráðnum.
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Oyndarfjørður, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Sharing is Caring:

More Events in Tórshavn

Teitur & Girls in Airports 'Kv\u00e6\u00f0i\u2019 konsert
Fri, 12 Sep at 07:30 pm Teitur & Girls in Airports 'Kvæði’ konsert

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

\u00cdSLAND, SUM TA\u00d0 ER  -  Nor\u00f0urlandah\u00fasi\u00f0
Sat, 13 Sep at 02:00 pm ÍSLAND, SUM TAÐ ER - Norðurlandahúsið

Norðurlandahúsið í Føroyum

Teitur & Girls in Airports
Sat, 13 Sep at 07:30 pm Teitur & Girls in Airports

Gummaldagøta 2, 370 Miðvágur, Faroe Islands

Ari Eldj\u00e1rn stand-up skemtis\u00fdning \ud83c\uddee\ud83c\uddf8
Sat, 13 Sep at 08:00 pm Ari Eldjárn stand-up skemtisýning 🇮🇸

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

K\u00e6rlighedens gerninger (Jesper R\u00f8nde Danmark 2025 124 min)
Wed, 17 Sep at 08:00 pm Kærlighedens gerninger (Jesper Rønde Danmark 2025 124 min)

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

Oyggjarenning 2025
Sat, 20 Sep at 09:00 am Oyggjarenning 2025

Klaksvík, Faroe Islands

V\u00edgsla hj\u00e1 Gunnri\u00f0 & Eilif \u2661
Sat, 20 Sep at 01:00 pm Vígsla hjá Gunnrið & Eilif ♡

Karvatoftir 8, FO-530 Fuglafjørður, Føroyar

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events