Advertisement
***Fríggjakvöldið 15. Mai kl. 21.00 í Töting***Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Tónleikasamtakinum Grót), fáast á: https://www.atgongumerki.fo/3581121/hamferd-i-toeting
Ung 18 ár ella yngri, ið eru limir í Grót, hava ókeypis atgongd.
Hamferð hevur í næstan tvey áratíggju havt ein sertakan leiklut í föroyskum tónleiki. Bygdur um eina kjarnu av doom metal – seinur, tungur, álvarsamur málmur – sum av fyrstan tíð uppstóð við bólkum sum Black Sabbath og Candlemass, hevur tónleikurin hjá Hamferð ment seg stöðugt til nakað, sum er trupult at seta í bás ella brúka til samanberingar. Ógvuslig, tung og döpur huglög sum viðurkenna myrkrið í föroyskari náttúru og siðsögu; saknur, missur og sorg. Her hoyrir Hamferð heima, og frá palli kemur frá teimum ein innbjóðing til áhoyrararnar at fevna tær avbjóðandi kenslurnar.
Tónleikasamtakið Grót
Advertisement
Event Venue
Við Júksnará, FO-513 Syðrugøta, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.






