Guðrið Hansdóttir og Ny ham

Sat, 18 Apr, 2026 at 08:30 pm UTC+01:00

Við Júksnará, FO-513 Syðrugøta, Føroyar | Tórshavn

T\u00f3nleikasamtaki\u00f0 Gr\u00f3t
Publisher/HostTónleikasamtakið Grót
Gu\u00f0ri\u00f0 Hansd\u00f3ttir og Ny ham
Advertisement
***Leygarkvøldið 18. Apríl kl. 20.30 í Tøting***
Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót) fáast á atgongumerki.fo
Tey ið eru 18 ár ella yngri, og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd.
GUÐRIÐ HANSDÓTTIR ÚTGÁVUKONSERT:
Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin tónleikari síðan aldarskiftið og hevur latið 6 heildarútgávur úr hondum. Seinasta útgávan ”Gult myrkur” var kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA í 2023.
Nú verður Guðrið aftur plátuakutell við heildarútgávuni Sýrublað, sum kemur út 10.apríl 2026 og tað er Høgni Lisberg, sum hevur framleitt útgávuna.
Tónleikurin er ráur og glaður fólkapoppur við íblástri frá country, reggae og rokki og sigur Guðrið sjálv, at tónleikurin á útgávuni, er sum at býta í eitt sýrublað, hann er frískur, knasandi, grønur og eitt sindur sýrutur.
Tað er Beinir Bergsson, sum hevur skrivað tekstirnir, teirra samstarv kom í lag, tá ið tey bæði tóku útbúgvninga ”Listaligt arbeiði” á Fróðskaparsetri Føroya. Tekstirnir snúgva seg m.a um modernað rótloysi, longsulin eftir tí stillu nátturuni og yðandi lívinum í býnum, stúranini fyri framtíðini og at liva við ótta.
Tá Guðrið fór í holt við útgávuna var lærusetningurin tann, at hon einans skuldi samstarva við listafólk, ið hon ikki hevði arbeitt við áður og at gera eina útgávu, har í spæligleði, spontanitetur og kreativitetur skuldi skína ígjøgnum. Úrslitið er 9 løg, sum eru fjølbroytt og fara í ymiskar ættir, men reyði tráurin er tað ráa, ektaða og erliga. Íblásturin til útgávuna eru frá bólkum sum Big Thief, Sharon Van Etten, Jethro Tull, Fleetwood Mac, The Cardigans, Jeff Buckley og Jenny Wilson.

NY HAM:
Ny ham er ein tónleikaduo við Mariu Ljósá (sang) og Andreas Tykjær Restorff (gittar, cello og elektronikk). Aftrat sær hava tey Torleik Mortensen (gittar og bass).
"KINGO" er ein nýggj verkætlan við nýkomponeraðum tónleiki til tekstir eftir Thomas Kingo. Í einum nútímans og stemningsfullum ljóðheimi endurskapar tónleikaduoin Ny ham ta poetisku og andaligu kraftina hjá Kingo. Tónleikurin snýr seg um trúgv, vón og menniskjasligan veikleika og byggir brýr millum søguligan arv og nútímans kenslur. Ny ham skapar eina uppliving, har tíð og stað verða upployst – og bert orðini og tónleikurin standa eftir.
Tónleikasamtakið Grót
Advertisement

Event Venue

Við Júksnará, FO-513 Syðrugøta, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Icon
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.

Ask AI if this event suits you:

More Events in Tórshavn

Ny ham \u2013 n\u00fdggir t\u00f3nar til gomul or\u00f0
Fri, 17 Apr at 08:30 pm Ny ham – nýggir tónar til gomul orð

Gummaldagøta 2, 370 Miðvágur, Faroe Islands

Sonja Fr\u00ed\u00f0a 4 \u00e1r \ud83e\udd70
Sat, 18 Apr at 03:00 pm Sonja Fríða 4 ár 🥰

Mørkin Mikla 5

TUNGT \u00ed SALT
Sat, 18 Apr at 06:00 pm TUNGT í SALT

Drelnes 22, 827 Øravík, Faroe Islands

Perla fuglar \u00e1 b\u00f3kasavninum
Mon, 20 Apr at 01:00 pm Perla fuglar á bókasavninum

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Filmur: It's never over, Jeff Buckley
Tue, 21 Apr at 08:00 pm Filmur: It's never over, Jeff Buckley

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Motivati\u00f3n: N\u00e6r, Hvar og Hvussu?
Wed, 22 Apr at 08:00 am Motivatión: Nær, Hvar og Hvussu?

Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands

Virkin dey\u00f0shj\u00e1lp \u00ed F\u00f8royum?
Wed, 22 Apr at 09:00 am Virkin deyðshjálp í Føroyum?

Løkshøll

Sentimental Value (Affeksjonsverdi Joachim Trier Noreg 2025 133 min)
Wed, 22 Apr at 08:00 pm Sentimental Value (Affeksjonsverdi Joachim Trier Noreg 2025 133 min)

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

Postarenning um Toftavatn
Thu, 23 Apr at 02:00 pm Postarenning um Toftavatn

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events