Virkin deyðshjálp í Føroyum?

Wed Apr 22 2026 at 09:00 am to 03:00 pm UTC+01:00

Løkshøll | Tórshavn

Etiska r\u00e1\u00f0i\u00f0
Publisher/HostEtiska ráðið
Virkin dey\u00f0shj\u00e1lp \u00ed F\u00f8royum?
Advertisement
Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið, og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar skipa í felag fyri almennari ráðstevnu í Løkshøll hin 22. apríl 2026 kl. 9.00-15.00.
Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á nakrar av kjarnuspurningunum, sum knýta seg til virkna deyðshjálp. Í løtuni er virkin deyðshjálp revsiverd í Føroyum, sambært § 239 og 240 í revsilógini. Tó er sokallað passiv deyðshjálp, sum fevnir um ikki at seta í verk lívsleingjandi viðgerð, ella at geva pínulinnan sum kann framskunda deyðan, ikki revsiverd.
Seinastu árini er virkin deyðshjálp – í ymiskum skapum og undir ávísum treytum - vorðin ein møguleiki í fleiri londum í vesturheiminum. Fyrst í Hollandi og Belgia í 2002, og nú teljast m.a. Kanada (2016), Spania (2021), Ný Sæland (2021), Eysturríki (2022) og fleiri statir í USA eisini uppí. Í grannalondum okkara verður evnið viðgjørt við jøvnum millumbilum, og eitt nú hevur danska stjórnin í heyst sett niður ein arbeiðsbólk at kanna og viðgera møguleikarnar fyri virknari deyðshjálp í Danmark.
Í hesum rákinum er tað týdningarmikið, at føroyingar eru førir fyri at viðgera hetta álvarsama og torføra málið á upplýstum grundarlagi. Yvirskipaði spurningurin til ráðstevnuna er sostatt: Hvørji atlit hava týdning, um støða skal takast til, um virkin deyðshjálp skal gerast ein møguleiki í Føroyum?
Á skránni vera fyrilestrar, sum viðgera evnið úr hvør sínum sjónarhorni:
• Jógvan D. Hansen, námslektari í heimspeki.
• Hansina Mikkelsen, palliatiónssjúkrarøktarfrøðingur.
• Jens Wang, løgfrøðingur.
• Gitte Klein, sálarfrøðingur.
• Marita av Steinum, serlækni í lungnasjúkum.
• Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum.
• Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum.
• Arni Zachariassen, guðfrøðingur.
Luttøka er ókeypis, og krevur ikki tilmelding. Tó verður ókeypis ábit bjóðað í døgurðasteðginum, og krevur hetta tilmelding við at skriva teldupost til [email protected] í seinasta lagið 15. apríl.
Ráðstevnan verður stroymd og upptikin.
Advertisement

Event Venue

Løkshøll, Lómsvegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Icon
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.

Discover more events by tags:

Conferences in TórshavnMedical in Tórshavn

Ask AI if this event suits you:

More Events in Tórshavn

Filmur: It's never over, Jeff Buckley
Tue, 21 Apr at 08:00 pm Filmur: It's never over, Jeff Buckley

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Motivati\u00f3n: N\u00e6r, Hvar og Hvussu?
Wed, 22 Apr at 08:00 am Motivatión: Nær, Hvar og Hvussu?

Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands

Sentimental Value (Affeksjonsverdi Joachim Trier Noreg 2025 133 min)
Wed, 22 Apr at 08:00 pm Sentimental Value (Affeksjonsverdi Joachim Trier Noreg 2025 133 min)

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

Postarenning um Toftavatn
Thu, 23 Apr at 02:00 pm Postarenning um Toftavatn

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

T\u00f3nating fyri ungd\u00f3msh\u00fas - konsert vi\u00f0 fleiri ungd\u00f3msh\u00fasb\u00f3lkum + TUNGHOYRT
Thu, 23 Apr at 07:30 pm Tónating fyri ungdómshús - konsert við fleiri ungdómshúsbólkum + TUNGHOYRT

Heiðavegur 46, 600 Saltangará, Faroe Islands

Hella Joof: Eydna (DK)
Fri, 24 Apr at 08:00 pm Hella Joof: Eydna (DK)

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Sakaris - vi\u00f0 sk\u00edtfullum b\u00f3lki.
Fri, 24 Apr at 09:00 pm Sakaris - við skítfullum bólki.

Heiðavegur 46, 600 Saltangará, Faroe Islands

Konsert vi\u00f0 Sissel Kyrkjeb\u00f8
Sat, 25 Apr at 09:00 pm Konsert við Sissel Kyrkjebø

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events