Franz kl 20:00 (Agnieszka Holland, Kekkia Póland 2025 128 min)

Wed, 13 May, 2026 at 08:00 pm UTC+01:00

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands | Tórshavn

Filmsfelagi\u00f0
Publisher/HostFilmsfelagið
Franz kl 20:00 (Agnieszka Holland, Kekkia P\u00f3land 2025 128 min)
Advertisement
Franz er nýggjur søguligur stórfilmur, sum pólska og Oscartilnevnda Agnieszka Holland hevur gjørt um víðagitna rithøvundin Franz Kafka (1883-1924).
Filmurin lýsir gátuføra lívið hjá Kafka, frá ungdómsárunum í Prag til hann doyr í 1924. Í staðin fyri at vera ein vanlig ævisøgulig lýsing, er filmurin "Franz" settur upp í kaleidoskopiskum brotamyndum úr dreymum, brøvum, brotum úr hansara tekstum og søguligum hendingum.
Vit uppliva, hvussu Kafka fatar kravmikla pápan, hvussu hann keðir seg til arbeiðis í einum tryggingarfelagi og hvussu hann heldur vil sleppa at skriva og greiða frá um tær innanstu kenslur. Til endans fáa vit ikki eitt liðugt og eintýðugt svar, men í størri mun eina lýsing av rithøvundinum, sum aldri fann rætta plássið, men heldur gav okkum ein algildan spegil at skoða longsul, angist og skapan í.
Skipanin í filminum og visuelli stílurin er skaldaborin og eksperimenterandi. Blandað verður við surrealistiskum brotum, ímyndum og løtum, sum seta sær fyri at lýsa innara menniskjað Kafka, við denti á angist og skapanarevni.
Agnieszka Holland (f. 1948) er ein av stóru evropeisku leikstjórunum. Hon er fødd í Warszawa og útbúgvin á kenda filmskúlanum FAMU í Prag. Hon kom fram í sonevndu moralistisku filmsbylgjuni í Pólandi í sjeyti- og áttatiárunum, har hon viðgjørdi etiskar tvístøður, sárbæru menniskjuna og at vera undir politiskum trýsti.
Við filminum "Franz" heldur hon fram við at lýsa samansettu og marinaliseraðu menniskjuna, og evropeisku mentanarfatanina, ið hon lýsir á poetiskan, realistiskan og intellektuellan hátt.
Advertisement

Event Venue

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Icon
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.

Discover more events by tags:

Art in TórshavnHistory in Tórshavn

Ask AI if this event suits you:

More Events in Tórshavn

B\u00e1tastevnan \u00ed Vestmanna 2026
Thu, 14 May at 02:00 pm Bátastevnan í Vestmanna 2026

Heyganesgøta, 350 Vestmanna, Faroe Islands

Hamfer\u00f0 \u00ed T\u00f6ting
Fri, 15 May at 09:00 pm Hamferð í Töting

Við Júksnará, FO-513 Syðrugøta, Føroyar

Hamfer\u00f0 \u00ed Listastovuni \u2013 Tunghoyrt hitar upp
Sun, 17 May at 08:00 pm Hamferð í Listastovuni – Tunghoyrt hitar upp

Gummaldagøta 2, 370 Miðvágur, Faroe Islands

Lei\u00f0arin \u00e1 dr\u00e1psdeildini og krimirith\u00f8vundurin (DK)
Mon, 18 May at 07:30 pm Leiðarin á drápsdeildini og krimirithøvundurin (DK)

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Summart\u00f3nar: Marianna Winter v\/b\u00f3lki
Fri, 22 May at 09:00 pm Summartónar: Marianna Winter v/bólki

Gummaldagøta 2, 370 Miðvágur, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events